Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Gullgreipan heldur fram í B36

Jákup Ósá

Eyðun Klakstein verður eisini høvuðsvenjari hjá B36 næsta ár.

B36 heimasíðan skrivar: B36 kann í kvøld boða frá at Eyðun Klakstein verður høvuðsvenjari hjá okkum komandi ár. Vit kunnu eisini avdúka, at Jákup á Borg verður hjálparvenjari hjá okkum.

Eyðun hevur júst havt sítt fyrsta kappingarár uttanfyri bøgarðarnar í Klaksvík, og ikki kunnu vit siga annað enn, at tað hevur eydnast serstakliga væl. Gullið er longu komið í hús, sjálvt um tað mangla 3 dystir av kappingini.

Komandi dystur hjá okkum er í Klaksvík, har barndómsfelagið hjá Eyðun, sum tað fyrsta, kann heiðra honum og okkara spælarum.

Dygdirnar hjá Jákup, sum spælari, hava vit havt gleðina av í mong ár. Tað at hann í fjør og í ár hevur verið hjálparvenjari hjá okkum eru vit sera fegin um.

Vit í felagnum gleðast almikið um, at gullgreipan heldur á fram komandi ár.