Arnbjørn T. Hansen hevur ongan sáttmála komandi ár og er settur í samband við Víking sum avloysari fyri Finn Justinussen.
Arnbjørn T. Hansen, ið býr í Hvalvík, er millum landsins bestu málskjúttar, men seinastu árini hava skaðar forðað honum í at spæla heil kappingarár. Í ár hevur hann sambært FaroeSoccer skorað 7 mál í 748 minuttum. Sáttmálin við HB gongur út eftir hetta kappingarári. Men hóast leysasøgur ganga um, at Víkingur ætlar at fáa Arnbjørn, so hevur hann ikki tosað við Víking enn sambært honum sjálvum.
– Eg havi hoyrt hasar søgurnar, men eg havi ikki tosað við Víking. Í løtuni royni eg at blíva frískur frá skaðanum, og eg vænti og vóni, at eg verið klárur til kappingarbyrjan næsta ár. Men eg dugi ikki at siga í løtuni, hvar eg spæli næsta ár, sigur Arnbjørn T. Hansen við Norðlýsið.




