Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

VIDEO – Afturhvarv: Eitt seinasta varskó til Tjóðveldi

John William Joensen

á Valinum 2008 og fram til løgtingsvalið 2011 var uppgerð í Tjóðveldi har leiðslan í flokkinum kroysti gamla formannin, Heina O. Heinesen, burtur frá ávirkan tí leiðslan ynskti ein nýggjan fiskivinnupolitikk við almennari uppboðsølu av veiðiloyvum. Heini O. Heinesen kallaði nýggja politikkin eitt rán móti veiðu og fiskimanninum. Men hann stóð sera einsamallur í flokkinum og sambært honum sjálvum var hann útihýstur frá almennu miðlunum og fall á valinum. Undir valstríðnum, sum júst hevur verið, gjørdi leiðslan í Tjóðveldi eina roynd at leggja frástøðu til uppboðssøluna og nevndi eina almenna uppslagstalvu har sagt var m.a. at talan verður ikki um at draga loyvir inn frá verandi vinnu. Nú Høgni Hoydal er nýggjur fiskimálaráðharri verður áhugavert at síggja hvat Tjóðveldi ætlar.

Útsagnirnar frá Heina O. Heinesen eru frá hjartanum og hóast Heini var illa kroystur av sínum egnu vildi hann tað besta fyri sin flokk og talar beinleiðis, ófyrireikaður og uttan nakað er niðurskrivað á papír, frá hjartanum  – fiskivinnan var tað sum hann brendi fyri. Síðani Heini O. Heinesen fall hevur Tjóðveldi einki umboð havt úr Norðoyggjum og orsøkin er uttan iva nýggi fiskivinnupolitikkurin, sum Høgni Hoydal nú hevur møguleika til at seta í verk.

VIDEO: Heini til valið 2011

VIDEO: 2008

Harleyfacadeacryl