Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Blóðskemd, eitt glasbúr og trúbót

Tíðindaskriv

Orð og tónar hóskvøldið 17. sept. kl. 20:00

Nýggjar føroyskar stuttsøgur, sterkur dramatikkur og dramtisk søga fara at mynda Orð og tónar hóskvøldið 17. september. Og tónleikurin er sjálvsagdur–hesa ferð verður tað Finnur Koba, ið syngur góðar søgur.”

Meinhard Jensen fer at práta við Sámal Soll um nýggja stuttsøgusavnið Glasbúrið, ið Sámal júst hevur givið út. Jákup Veyhe lesur onkra søgu úr savninum upp.”

Festen” hjá Thomas Vinterberg syndraði ímyndina av fullkomnu familjuni og setti sjóneykuna eirindaleyst á blóðskemd, tá ið filmurin kom út. Nú er filmurin ikki bara settur upp sum leikur, men er eisini føroyskaður. “Veitslan” verður framførd í Føroyum í løtuni. Vit fáa vitjan av nøkrum av leikarunum, ið fara at spæla eitt brot úr leikinum.

Einaferð las Sverri Egholm, sáli, íslendska stórverkið Jón Árason upp í útvarpinum. Nú verður bókin givin út. Týðarin Heðin M. Klein fer at hugleiða um bókina, og vit fara at hoyra brot úr hjá Sverra.

Skráin er henda:”
“20:00 Vælkoma”
“20:05 Glasbúrið”
“Meinhard Jensen prátar við rithøvindin Sámal Soll Jákup Veyhe lesur upp úr bókini”
“20:45 Tónleikur – Finnur Koba 20:55 Steðgur”
“21:05 “Veitslan” – brot úr leikinum”
“21:15 Jón Árason –”
“Heðin Klein hugleiðir um bókina”
“Brot úr ljóðbókini – Sverri Egholm 21:45 Tónleikur – Finnur Koba”
“Kaffi, vín og øl er til keyps at hava afturvið.”
“Til ber at ogna sær nakrar úrvaldar bøkur fyri serprís.

Orð og tónar er ókeypis tiltak, ið verður hildið eitt kvøld um miðjan mánaðin frá kl. 20:00 til á leið 22:00 á Reinsaríinum. Endamálið er at uppliva, njóta og skifta orð um bókmentir, tónleik og aðra mentan saman. Tað, ið eyðkennir tiltakið, er, at ymsar mentanargreinar verða tvinnaðar saman, so sum bókmentir, leiklist og tónleikur.
Fleiri upplýsingar fáast hjá Poul F. Guttesen, poul@sprotin.fo ella á tel. 22 41 23.