Ársins málverji í 2013 og 2014 hevur ikki nakran sáttmála fyri 2016.
Teitur M. Gestsson sigur í stuttari viðmerking, at hann enn ikki hevur gjørt nakran sáttmála fyri komandi ár. Men eins og Jóhan Troest Davidsen so dylur hann ikki fyri, at tað er HB, sum liggur honum fremst í huga, hvat framtíðini ræður. Tí er helst mest sannlíkt, at hesir báðir lyklaleikararnir í verjupartinum hjá HB halda fram í felagnum.




