Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Klettur vann fiskikappingina

Tíðindi

Leygardagin var árliga fiskikappingin hjá skúlaskipinum “Dragin”. Tilsaman luttóku 12 bátar og veðurlíkindini vóru av teimum bestu.

Besti bátur var Klettur úr Hvannasundi við Ditlev Lydersen og Elmar Simonsen. Teir høvdi 336,1 kg.

Næstbestur bátur var Baranda við Karl Hera Joensen og Jakup Eydnugarð, teir høvdu 281,7 kg

Triðbestur bátur var Mallla við Hans Edmund Josephsen og Ólavur Gaard, teir høvdu 214,1 kg