Deirdre Hansen, sum er lestrarvegleiðari í Fjarnámi vitjar Húsið í kvøld. Har fer hon at hava eitt upplegg um møguleikar eftir loknan fólkaskúla.
Deirdre Hansen, sum er lestrarvegleiðari í Fjarnámi vitjar Húsið í kvøld. Har fer hon at hava eitt upplegg um møguleikar eftir loknan fólkaskúla.
Eftir loknan fólkaskúla standa nógv ung við óendaliga nógvum spurningum. Heimurin er stórur og tað kann tykjast ringt at finna runt í øllum møguleikunum.
Klokkan 21.00 í kvøld fer Deirdre Hansen, lestrarvegleiðari á Fjarnám at hava eitt upplegg í Húsinum, har hon greiðir teimum ungu frá møguleikunum eftir loknan fólkaskúla.
– Har er nógv hjá teimum at hugsa um, so tey ungu kunnu so smátt byrja at hugsa um, hvat tey hava hug til. Eitt nú kann tað loysa seg at hugsa væl um starvsvenjingarpláss, tí tað vísir seg, at nógv enda í tí yrkinum, har tey eru í starvsvenjing, sigur Deidre Hansen.
Deirdre kennir sjálv fleiri av teimum ungu, sum ganga í Húsinum, og hon hevur eisini bjóðað nøkrum ungum við sær, sum eru liðug í fólkaskúlanum og eru farin undir víðari útbúgving. – Vit fara helst eisini at tosa eitt sindur um valið ímillum yrkisvegin og skúlavegin, sum fyllir nógv hjá fleiri ungum í fólkaskúlanum, greiðir Deirdre frá.
Um kvøldarnar eru øll ung frá 7. flokki til 17 ára aldur vælkomin í Húsið. Soleiðis er eisini í kvøld, og øll áhugaði eru sjálvandi vælkomin. Húsið letur upp fyri teimum ungu kl. 19.30, og uppleggið hjá Deirdre byrjar kl. 21.00.
Húsið heldur til á Klaksvíksvegi 57 og leinkja til heimasíðuna finnist niðanfyri.




