Í dag klokkan trý var forvitnislig bókaframløga í hølunum hjá Føroya Lærarafelag. Tað var Olav Schneider, ið hevur skrivað bókina Seyður og seyðahald, sum Bókadeildin gevur út.
Í dag klokkan trý var forvitnislig bókaframløga í hølunum hjá Føroya Lærarafelag. Tað var Olav Schneider, ið hevur skrivað bókina Seyður og seyðahald, sum Bókadeildin gevur út.
Olav greiður í nýggju bók síni hegnisliga frá gongdini í einum ’seyðaárið’, alt frá brundtíðini og lembing, til ullaroyting, heystfjall og fletting. M.a. er eisini stutt, søguligt baksýni um seyðahald og seyðasløg, um seyðasjúkur og viðgerð, ull og ullarúrdráttir.
Við nógvum forvitnisligum myndum, ið neyvt lýsa seyðahald árið íkring, orðafrágreiðingum, talvum og faktaboksum er bókin ikki bara ein sonn fragd fyri eyga, men eisini ein sannur gripur av upplýsingum og frágreiðingum um seyð og seyðahald. Eitt nú lýsir hon neyvt mannagongdina, tá ið tú flettir.
Lítil ivi vera um, at tey mongu, ið hava seyð og dáma at fáast við seyð, fara at fáa nógv burturúr at lesa bókina. Og fyri tey, ið ikki vita so nógv um evnið, er hon sannur fongur við stuttum, greiðum teksti og flottum myndum, ið heilt vist vekja áhuga fyri seyði og seyðahaldi.
FAKTA
Olav Schneider
Seyður og seyðahald
262 bls/innbundin




