StÍF var betra liðið, tá tær í dag vitjaðu Stjørnuna.Úrslitið gjørdist 24-20 til gestirnar.
StÍF hevði munin stórt sæð allan dystin, tó fylgdust liðinitil miðjan fyrra hálvleik. Men so kom stígur í hjá Stjørnuni, og fingu tær onkimál í átta minuttir. Tá 22 minuttir vóru leiktir var støðan 6-12 til StÍF, ogmótbrekkan hjá heimaliðnum var brøtt. Hálvleiksstøðan var 11-15 til StÍF.
Stjørnan kom betur við eina løtu í seinna hávlleiki. Tá 15minuttir vóru leiktir var munurin minkaður til 2 mál, støðan var tá 17-19, men nærri kom Stjørnan ikki.Endaliga úrslitið gjørdist 20-24 til StÍF.
Stjørnan hevði trupult við at fáa álopsspælið at koyra. Nógvmistøk blivu gjørd, sum blivu straffaði við skjótum mótálopum og upplagdir málmøguleikarblivur missnýttir. Stjørnan valdi at dekka offensivt, fyri at steðga RebekkuJustinussen í at koma upp til skot. Hetta gjørdi tann skjóta og sterka FríðrunnDanielsen gera sær dalt av. Hon gjørdist toppskjýtti hjá StÍF við 10 málum.




