Nógv hevur verið sagt og skrivað um fíggjar óskilið á Strandferðsluni og tann fjórða november 2014 løgdu andstøðuflokkarnir í løgtinginum fram misálit á Johan Dahl landsstýrismann eftir eina sera atfinningarsama frágreiðing frá Løgtingsgrannskoðarunum og Landsstýrismálanevndini.
Nógv hevur verið sagt og skrivað um fíggjar óskilið á Strandferðsluni og tann fjórða november 2014 løgdu andstøðuflokkarnir í løgtinginum fram misálit á Johan Dahl landsstýrismann eftir eina sera atfinningarsama frágreiðing frá Løgtingsgrannskoðarunum og Landsstýrismálanevndini.
Misálitið á landsstýrismannin fekk ikki undirtøku og síðani hevur lítið og einkið verið at hoyrt til málið í miðlunum.
Men í juni mánað í ár varð ein kanningarbólkur við fólki frá gjaldstovuni, grannskoðara og umboðum fyri nýggju leiðsluna á Strandferðsluni liðug við eina sera nágreiniliga kanning.
Og niðurstøðan er at tala um viðurskifti sum ganga aftur til 2007 og tilsamans mangla 9 mió. kr. .
Tað er fyrrverandi fíggjarleiðslan á Strandferðsluni sum tók við tá Strandferðslan flutti til Suðuroyar sum av ”…óskiljandi orsøkum…” ikki hevur tikið allar kontoir við tá hon hevur fráboða til búskaparskipan landsins um hvussu og hvat er brúkt av pengum.
Men samstundis hava hesir postar verið tiknir við tá stovnurin hevur gjørt roknskap sum er grannskoðaður – men granskoðanin hevur ongantíð øll hesi árini grannskoða tað sum var fráboða í búskaparskipan landsins.
Tí samsvara tølini ikki.
…. Niðurstøðan er at SSl nøkur av undanfarnu árum hevur latið úr hondum ein ársroknskap við leiðslufrágreing, granskoðanarátekning og frágreiðing grundað á enga búskaparskipan, samstundi sum øðrvísi tøl frá SSl eru send til Búskaparskipan landsins…
Í miðlunum hevur fyrrverandi fíggjarleiðslan ført fram …..at tá hann varnaðist at løgtingið hevði fingið villeiðandi upplýsingar frá Vinnumálaráðnum um játtanina hjá Strandferðsluni og táið áhaldandi royndir at greiða myndurgleikunum frá vóru úrslitialeysar, gjørdi hann av at leypa bukk um allar mannagongdi og at fara beint til fíggjarnevndina hjá løgtinginum við upplýsinginum….
Niðurstøðan av kanningini sum útgreinar fíggjarviðurskiftini á Strandferðsluni staðfestir at tað var Strandferðslan, sum læt ….øðrvísi tøl….. til Búskaparskipan landisins.
—- av tí at tala er um feilir í eldri árum, hevur leiðslan spurt seg fyri hjá fyrrverandi fíggjarleiðaranum. Hesin hevur greitt frá, at honum kunnugt stamaði primofíggjarstøðan millum egna búskaparskipan og búskparskipan landsins. Gjaldstovan er ikki samd í hesum. Sambært Gjaldstovuni var arbeiðið at greina primofíggjarstøðuna ber byrjað, tá ið fyrrverandi fíggjarleiðarin fóru úr starvið….. skrivar Hilmar Eliasen, stjóri á SSL til landsstýrismannin í vinnumálum í junimánað í ár eftir at kanningararbeiðið varð liðugt.
Hví fíggjarleiðslan á stovninum ikki hevur upplýst fyri Gjaldstovuni hvussu 10 mió. kr. eru brúktar seinastu 10 árini hongur í leysum lofti.




