Mentamálaráðið setti í 2015 góðar 800.000 av til ítróttar háskúlan í Suðuroynni, men av tí at eingin undirtøka var vóru pengarnir ongantíð brúktir. Á fíggjarlógaruppskotinum fyri 2016 er játtanin til ítróttarháskúlan í Suðuroynni nú fyri fyrstuferð gjørd til sjálvstøðu konta á fíggjarlóini og játtanin er tvífalda og verður eftir uppskotinum 1,6 mió. kr. árliga tey næstu trý árini.

Ítróttarháskúlin í Suðuroy skrivar soleiðis á heimasíðu sínari tann 24. September í ár – altso í seinastu viku:
Hóast Ítróttarháskúlin ikki byrjar sum ætlað í heyst, verður fyrsta skeiðið á Ítróttarháskúlanum ætlandi bjóðað út í vár.
Eftir at umsóknarfreistin var úti til heystskeiðið á Ítróttarháskúlanum í Suðuroy, vóru vónir um, at ein svimju-linja kundi byrja, hóast at umsøkjaratalið ikki var 12, eins og ásett í háskúlalógini.
Tíverri hava nakrir umsøkjarar, eftir at umsóknarfreistin er farin, valt at fara aðra leið, og er tískil gjørt av, at fyrsta skeiðið á Ítróttarháskúlanum í Suðuroy ikki verður í heyst, men komandi vár.
Vit kunnu staðfesta, at vit hava fingið ov fáar umsóknir, og er ein høvuðsorsøk uttan iva, at Ítróttarháskúlin ikki var klárur at bjóða næmingum á skúlan fyrr enn mitt í juni. Tey flestu, sum ætla á háskúla ella eftirskúla, taka helst avgerð um hetta í góðari tíð, áðrenn skúlin byrjar. Í so máta, so er betri skotbráð hjá Ítróttarháskúlanum til várskeiðið, sum eftir ætlan byrjar í februar.
Harumframt hevur tað møguliga eisini ávirkað, at kostnaðurin fyri at ganga á Ítróttarháskúlanum er lutfalsliga høgur. Ætlanin hevur frá byrjan verið, at eitt 12 vikurs skeið skuldi kosta umleið 16.500 kr., men hava vit gjørt av at søkja eftir næmingastuðli eftir galdandi reglum, fyri at fáa næmingagjaldið niður. Hetta merkir, at kostnaðurin fyri eitt 12 vikurs skeið á Ítróttarháskúlanum væntandi verður væl lægri.
Vit hava seinastu vikuna verið í einum góðum dialogi við Mentamálaráðið um framtíðarætlaninar hjá Ítróttarháskúlanum í Suðuroy, og vóna vit eisini, at Ítróttarháskúlin í Suðuroy fær játtan á fíggjarlógini fyri árið 2016, soleiðis at føroyskir og útlendskir ungdómar fáa møguleikan at royna eitt spennandi háskúlauppihald í Suðuroynni.