Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Karlamagnus látin

Tórbjørn Jacobsen

Nú deyðsboðini um Kalla komu um máltráðin, frá formanninum í Víkingi, rann alt fyri eitt fram fyri meg fotomyndin av teimum báðum Kalla og Hallgrími – tikin í Bygdarhúsinum í Leirvík hin 27. februar 2008. Tá búmerkið varð avdúkað. Har akslaðu teir síni skinn, tveir eldri royndir harrar, útgjørdir við óvanliga mergjaðum pondus, báðir tveir, og sum høvdu hvør sína ítróttarligu slóð aftan fyri seg, nú tveir heilt avgerandi nestorar í ávikavíst LÍF og GÍ. Teir blásiglaðu á pallinum hesa løtuna, at hesi bæði grannafeløgini, sum høvdu ligið í kapping í áratíggju, frameftir skuldu stríðast saman á vølli í einum og sama felag – Víkingi. Í einum av sangum felagsins kom ørindið um hesa løtuna eisini at ljóða soleiðis:

Nú deyðsboðini um Kalla komu um máltráðin, frá formanninum í Víkingi, rann alt fyri eitt fram fyri meg fotomyndin av teimum báðum Kalla og Hallgrími – tikin í Bygdarhúsinum í Leirvík hin 27. februar 2008. Tá búmerkið varð avdúkað. Har akslaðu teir síni skinn, tveir eldri royndir harrar, útgjørdir við óvanliga mergjaðum pondus, báðir tveir, og sum høvdu hvør sína ítróttarligu slóð aftan fyri seg, nú tveir heilt avgerandi nestorar í ávikavíst LÍF og GÍ. Teir blásiglaðu á pallinum hesa løtuna, at hesi bæði grannafeløgini, sum høvdu ligið í kapping í áratíggju, frameftir skuldu stríðast saman á vølli í einum og sama felag – Víkingi. Í einum av sangum felagsins kom ørindið um hesa løtuna eisini at ljóða soleiðis:

Bræðing kom á pannu, lógvar saman taka tveir,

á evsta sáttarfundi kempur hamin tveita fleir.

Hallgrímur og Kalli á parnassos skekla fast,

tað djarva felagsstev, sum nú úr øllum heimi sæst.

Tað er ikki hvørsmansføri, at fáa tað væl í lag, at leggja tveir kappingarkulturar saman í eina eind. Samleikin var so ymiskur báðumegin fjallið. Kortini vistu fyriskipararnir, at evsti knasturin, sum mátti loysast, skuldi nýggja felagnum verða lív lagað, var at teir báðir Kalli og Hallgrímur, báðir fyrrverandi formenn og nú núverandi entusiastar um ein háls, í hvør sínum felagsskapi, onkursvegna í felag, sameindir, í almenna rúminum, góvu sína tilsøgn og sítt bláa stempul til nýggju samtøkuna. Sambært fotomyndini eydnaðist hetta til fulnar.

Ivaleyst hava teir verið ivasamir báðir tveir, men Jógvan Júst sigur, at pápin, hóast ivasemi, ongantíð mótmælti av álvara. Kanska sá hann fyri sær, at skuldi økið framhaldandi liggja í broddi fylkingar á ítróttarliga bógnum, í øllum landinum, so máttu ræsurnar rúmkast, og tað kann hava vigað rætta vegin, at hann genetiskt hevði annað beinið gøtumegin fjallið. Karlamagnus var hálvur syðrugøtumaður. Omma mín Suffía Gregersen og hann vóru trímenningar. Tað ber við sær, at vit báðir Kalli eru slektaðir úr Úti Guttastovu, brøðurnir Ólavur í Úti Guttastovu og Petur Jacob í Úti Guttastovu vóru ávikavíst oldurabbi mín og abbi Karlamagnus. Eitt sindur tíðarforskotið eru mamma og børnini hjá Kalla harvið fermenningar.

Kalli var nógv í Gøtu sum barn og tannáringur, m.a. átti hann eina systur gifta á Niðri, tí er hann í huganum ikki farin so langt um mark, sum fleiri aðrir hildu seg fara, tá feløgini vóru løgd saman. Samleikaskiftið gjørdist ikki so ørandi fyri hann, hóast hann var leirvíkingur um ein háls.

Nú er æviskeiðið runnið hjá Kalla, og sum tað stendur skrivað í Sálmunum: “Sjúti ár er æviskeið várt, og um mikil er megin áttati ár, og teirra dýrd er bert sút og møði, tí tíðin rennur, og vit fljúgva avstað.” Ein kempa rakk aldrinum hjá eini kempu. Lítið er fráliðið síðani kona hansara Elkin varð borin út úr Leirvíkar kirkju, og tann dagin tóktist hin gamla kempan Kalli veingjaskotin, tað sást og kendist, at hann var meiddur í sálini av hesum, hann hevði mist tað dýrabarasta hann átti. At boðini kortini komu so skjótt eftir honum, høvdu vit kanska ikki væntað.

Kalli var ein teirra sum vildi vera í fremstu røð, áhaldandi, og hann gjørdi stóran mun í samfelagnum. Tað var ikki eginvinningur sum dreiv hann, felagsgagnið var høvuðsmálið. Kenni hetta aftur frá skyldkonu hansara ommu míni, tað ráddi um at fáa lokalsamfelagið at fungera. At vera uppi í øllum at kalla. At brúka evnini Skaparin hevði lagt í hvønn einstakan til at lynna undir áhaldandi menning fyri verandi og komandi ættarlið. Soleiðis gjørdist Karlamagnus ein virðismettur generalur í lokalsamfelagnum og í øðrum høpum.

Tíðliga fór hann at rógva út og var til skips eisini. Seinri arbeiddi hann í rúma tíð í Føroyingahavnini, táið virksemi á Nordafar var uppá tað mesta. Tá vesturheimurin fór at reiðrast á Streymoyarfjøllum, á Sornfelli, og gigantisku kuplarnir vóru settir upp, sum skuldu halda skil á ferðsluni undir kalda krígnum, var Kalli saman við mongum øðrum føroyingum við í leikinum. Tíðin á Skála Skipasmiðju er helst tað tíðarmálið á yrkisleiðini, sum kemur okkum til hugs, tá vit minnast Kalla. Skála var tá fremsta ídnaðarbygd í landinum, ein bráðpanna hjá ungum monnum, sum ætlaðu at gerast handverkarar av ymsum slagi og seinri maskinmeistarar o.a. Kalli byrjaði sum arbeiðsmaður á Skála, men rættiliga tilkomin tók hann ta skilagóðu avgerð, at fara í læru sum skipsbyggjari. Hetta var tíðin, tá ein nýbygningur fyri og annar eftir fór úr barkastokki í Byggihøllini, og hann gjørdist formaður. Minnist serliga væl røðurnar í 70-ára føðingardegi hansara, hjá fleiri teirra, sum vóru lærlingar á Skála um hesa tíðina, teir vóru sera takksamir fyri leiklutin Kalli hevði havt í teirra lívi. Hann var tað eldri, at hann onkursvegna kendist sum ein pápi teirra á hesum mótinum, og helst hevur hann lynt undir í fleiri førum soleiðis, at teir fingu lærupláss á skipasmiðjuni. Nógvir av hesum ungu monnunum gjørdust seinri bulurin í heimliga flotanum og í vinnu á heimshøvunum.

Seinri fór hann í lag við Finn í Puntabyrgi at smíða hús og bygningar, men eitt strik um seksti ára aldur avmarkaði hann somikið, at hann setti ferðina nakað niður, og fór í vinnu hjá sær sjálvum og synunum í heimbygdini.

Tað var ikki nógmikið fyri hin virkishugaða Kalla at fara til og frá arbeiði hvønn dag. Hann var eisini drúgvur felagsmaður. Limur í ymiskum ráðum, og hann fekk stóran leiklut í ítróttarfelagnum LÍF. Hann stríddist nógv fyri at fáa fótbóltsvøllin til høldar í Leirvík. Tað rann væl saman ímillum teir báðar LÍF-formannin Karlamagnus og Brynjolv Jacobsen, sum tá var bygdaráðsformaður, hetta var um tað mundið, táið leirvíkingar fingu ta góðu havnina, og átakið við vøllinum legði lunnar undir eina øgiliga menning hjá ungdómunum, sum sæst aftur í sameinda felagnum Víkingi ídag.

Karlamagnus var tjóðskaparmaður um ein háls. Hann var ein av hesum gomlu súlunum, sum ongantíð ivaðist, tíansheldur snávaði, í sínum politiska samleika. Hann var limur í Eysturoyar Tjóðveldisfelag frá byrjan, onkuntíð nevndarlimur, og tað er ongin loyna, at hann og ein onnur kempa og idealistur av rang, Petur Reinert, funnu væl saman í hugsan. Tað sást aftur í atkvøðutølunum hjá Peturi í Leirvík. Veit frá Eiðislæknanum og politikaranum, sála, at hann tíðum ringdi Kalla upp fyri at fáa góð ráð frá honum, táið politiskar avgerðir skuldu takast, og hann segði einaferð við meg, at tá eg hevði arvað politisku stafettina frá honum, at tað fór at roynast mær væl, helt eg Kalla nær undir liðini. Tey ráðini lat eg ikki fara framvið, og hetta munaði mangan væl. Karlamagnus var ein stásmaður, sum vildi, at føroyingar tóku ræði á sær sjálvum í øllum lutum.

Nú er hann farin í annað ljós. Fyri eftirkomararnar og okkum øll eigur hann hann nú at vera vitin, sum ber boðini um, at felagsstarv og átøk til menningar er øllum til frama. Tíbetur sá hann fruktirnar av, at teir báðir Hallgrím í skilvísi boygdu seg rætta vegin, og tóku í hondina á hvørjum øðrum í 2008. Væl hevur hann sett við eisini, nú slektin niður ígjøgnum ættarliðini dugnar felagsskapinum so væl í organisatión og á vølli.

Mátti Hann ið øllum valdar tikið sær væl av heiðurs- og framburðsmanninum Karlamagnusi Olsen.

tórbjørn jacobsen

Harleywoodpaint