Á KÍ liðnum í 2015 hava nakrir av lokalu leikarunum gjørt risa framstig og nú fær ein av teimum løn fyri hetta við úttøku á U21 landsliðnum.
Bill M. Jacobsen hevur tikið hópin út til dystin móti Týsklandi á Tórsvølli. Helst ein av teimum størstu uppgávunum hjá føroyska liðnum nakrantíð.
Klaksvíkingar kunnu fegnast um, at ein nýggjur leikari hjá KÍ er komin í hópin. 17 ára gamli Jákup B. Andreasen er, hóast sín unga aldur, fyri fyrstu ferð nakrantíð úttikin til ein undankappingardyst hjá U21 landsliðnum. Eins og frammanundan er Jóannes Bjartalíð eisini úttikin, skrivar FSF heimasíðan.
Teir 23, ið Bill McLeod Jacobsen og Eli Hentze hava boðsent til dystin móti Týsklandi, eru hesir:
Elias Rasmussen, Víkingur
Fríði Sigurðsson, ÍF
Leivur Joensen, ÍF
Benjamin Heinesen, B36
Teitur J. Olsen, TB
Andrias Høgnason Eriksen, B36
Magnus Egilsson, AB
Emil Sandbech Carlsen, Vanløse IF (DEN)
Jonas Gejel Hansen, TB
Bartal Wardum, HB
Betuel Hansen, Silkeborg IF (DEN)
Haraldur R. Højgaard, NSÍ
Hákun Edmundsson, NSÍ
Gunnar Vatnhamar, Víkingur
Jákup Andreasen, KÍ
Gestur Bogason Dam, B36
Patrik Johannesen, TB
Jógvan á Lag Jakobsen, B1908 (DEN)
Jóannes Bjartalíð, KÍ
Meinhard E. Olsen, Vendsyssel FF (DEN)
Poul Ingason, HB
Jákup Thomsen, FC Midtjylland (DEN)
Karstin Højgaard, AB




