Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ársveitslan hjá KÍ verður leygarkvøldið

Ítróttur

Seinasta freist at keypa atgongumerkið er hóskvøldið kl. 18.00.

Skráin fyri veitsluna leygarkvøldið er ógvuliga fjølbroytt og veitslubólkurin hevur gjørt sær ómak, at fáa eina so góða skrá sum gjørligt fyri ein sømiligan prís, so at øll kunnu melda til.

Hesaferð vera tveir gestarøðarar. Teir verða Jørgen Niclasen og Heini í Skorini. Jørgen Niclasen verður av mongum sagdur, at vera ein ógvuliga skemtingarsamur persónur og tí uttan iva væl egnaður til eina slíka uppgávu. Heini í Skorini hevur í sínum ungu døgum spælt eitt ár við KÍ, hevur vunnið FM undir núverandi KÍ venjaranum, Mikkjal K. Thomassen, og er tiltikin fyri at hava góðar gestarøður til veitslur av slíkum slag.
Eisini KÍ venjarin, Mikkjal K. Thomassen, fer at siga nøkur orð um kappingarárið í ár eins og hugt verður frameftir.

Á skránni er m.a.:
3-rætta matskrá frá Gepetto
Ársins leikari hjá kvinnum og monnum
Ársins stjørnuskot hjá kvinnum og monnum
Mikkjal K. Thomassen, høvuðsvenjari, greiður frá fortíð og framtíð í KÍ
Jørgen Niclasen og Heini í Skorini vera gestarøðarar
Avdúking av nýggjum KÍ leikara (ella leikarum)
Uppboðssøla av øllum Effoblusunum
Dansur við Quarter To Three + Anfinn Nielsen

Í Badmintonhøllini verður eisini barr, har alt til tostan kann fáast til keyps.

Atgongumerkir á 350 kr. kunnu keypast í Fast í Klaksvík. Tað ber eisini til at bíleggja á tlf. 284500 ella á 224176. Seinasti møguleiki at keypa atgongumerki er hóskvøldið 8. Oktober kl. 18:00