Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

HB missir fleiri royndar leikarar

Jákup Ósá

Tað er ikki bara Fróði Benjaminsen, sum mynstrar av hjá HB til komandi ár.

Tað hevur verið leingi greitt, at Fróði Benjaminsen gevst at spæla fótbólt á hægsta støði eftir hetta kappingarárið. Men nú er greitt, at hann ikki verður tann einasti. Sum Norðlýsið skilir, so stendur tað greitt, at Rógvi S. Holm ikki verður tøkur hjá HB komandi ár, og at skaðarnir hjá Andrew av Fløtum gera, at tað er sera ivasamt, um hann spælir aftur.

HB kláraði at bjarga sær týðandi 4. plássið á seinasta leikumfarinum í Effodeildini. Tað sum hevur eyðkent HB seinastu tíðina er, at fleiri av teimum ungu lokalu leikarunum eru slopnir framat og úr HB tykist tað sum, at hetta verður vegurin frameftir.

Eisini tykist púra greitt, at HB skal hava nýggjan venjara fyri Milan Cimburovic, sum ikki hevur umstøðurnar til at røkja starvið framyvir, verður sagt úr HB.