Hárfríðkanarkvinnurnar í Salong Evoke í Klaksvík hava í altjóða samstarvi útgivið uppskriftsbók fyri hárfríðkarar. Í farnu viku fekk borgarstjórin eitt eintak av bókini.
Hárfríðkanarkvinnurnar í Salong Evoke í Klaksvík hava í altjóða samstarvi útgivið uppskriftsbók fyri hárfríðkarar. Í farnu viku fekk borgarstjórin eitt eintak av bókini.
Salongin hjá Joan Baldvinsson og Jónu Eydnugarð hevur átt stóran lut í arbeiðnum við nýggju bókini “Untamed”, sum Hair Construction júst hevur útgivið í breiðum altjóða samstarvi.
Bókin hevur í stóran mun røtur í Klaksvík, og í seinastu viku hitti Joan Baldvinsson frá Evoke Jógvan Skorheim, borgarstjóra og gav honum eitt eintak av nýggju bókini.
Bókin er serliga ætlað hárfríðkarum um allan heimin til íblástur innanfyri hárfríðkan, smyrsl og stíling. Allar myndirnar í bókini eru tiknar í Klaksvík, og Jógvan Skorheim, borgarstjóri er errin um útgávuna, sum Klaksvíkar kommuna hevur stuðlað.
– Bókin er sera góð marknaðarføring av Klaksvík og Føroyum sum heild. Góðskan er í hásæti, og myndirnar vísa Klaksvíkina væl og fjølbroytt. Tað er eisini stuttligt, at flestu modellirnar eru klaksvíkingar, sigur borgarstjórin.
Serføroysk útgáva í altjóða høpi
Hair Construction gevur út fleiri bøkur um árið, men hesaferð er bókin serføroysk við tað, at allar myndirnar eru tiknar í Klaksvík, allar modellirnar eru føroyingar og føroyskt design verður nýtt í stílingini.
Bókin er útgivin til hárfríðkarar í øllum evropa, og harumframt verður alt tilfarið lagt út á eina app, sum verður nógv brúkt um allan heimin, serliga í USA, har høvuðskontórið er. Hetta merkir, at myndirnar og sniðini úr Klaksvík koma út til nógv fólk um allan heimin.
Jógvan Skorheim, borgarstjóri er ikki í iva um, at bókin hevur stórt marknaðarføringsvirði fyri føroyska ferðavinnu, – bókin umboðar nógv av tí, sum Klaksvík og Føroyar hava at bjóða, og myndirnar eru ótrúliga vakrar. Tað er sjálvandi stuttligt at síggja úrslitið av hesi nýhugsandi verkætlan, og hetta kann óivað geva útlendingum hug at koma hendan vegin, sigur borgarstjórin um útgávuna.
Í næstum fara Joan og Jóna til Barcelona at leggja fram bókina. Har fara fleiri hundrað fakfólk úr øllum evropa at síggja myndirnar úr Føroyum.




