Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

So fór aftur eitt stuðulstiltak aftur um bak

Beinta M. Pedersen

Hesaferð í Hoyvíks-høllini sum er í Tórshavnar kommunu, landsins størstu kommunu.

Hesaferð í Hoyvíks-høllini sum er í Tórshavnar kommunu, landsins størstu kommunu.

Ca 250 fólk komu til tiltakið. Vit standa spyrjandi,landsins stórsta kommuna,við flestu fólkum, hví komu ikki fleiri til eitt so týdningarmikið tiltak? Kris hevur 15 ára royndir innan kynsligan ágang. Fólk skriva á miðlum og Facebook ,KVF greiðir frá krenkarum,sum hava fingið dóm. Hví er fokus altíð á krenkarum? Hvat við ofrunum, tey sum verðuliga hava brúk fyri at blíva hoyrd og hjálpt ?

27 sept. var møguleiki at stuðla teimum sum hava verið út fyri kynsligum ágangi og sum dragast við seinárinum av hesum øgiligu gerðum, men har vóru bert ca 250 fólk.

Men vit takka tykkum sum komu av hjarta í høllina 27 sept. Tónleikarir , tit eru øll gull í okkara verð. Asbjørn Knudsen og Bjørg Mortensen, tvær framúr góðar framløgur. Øll okkara hjálparfólk, ongin nevndur ongin gloymdur. 1000 takk, uttan tykkum var onki stuðulstiltak.

Fari at enda við teimun fáu orðum. IKKI fyrr enn tú trýr tí , sær tú tað.