Harleywoodpaint
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

G! Festival Night á Norðurbryggju við Marius Ziska og Fallulah

Tíðindaskriv

Artisk talk við tónleikajournalistinum Jan Sneum Fríggjakvøldið 16. Oktobur kl.21.00. Hetta kvøldið spæla tvey av teimum stóru G! nøvnunum á Norðurbryggjuni.

Artisk talk við tónleikajournalistinum Jan Sneum Fríggjakvøldið 16. Oktobur kl.21.00. Hetta kvøldið spæla tvey av teimum stóru G! nøvnunum á Norðurbryggjuni.

Fallulahkemur skjótt út við síni triðju fløgu, sum eisini verður útgivin á amerikanska marknaðinum í heyst.

Fyrsta single frá fløguni kom 4. septembur. Tað verður ótrúliga spennandi at hoyra, hvørjir nýggjur sangir Fallulah hevur til okkara til hesa akustisku intimkonsertin.

Handan navniðMarius Ziskagoymir ein einastandandi sangari, sangskrivari og tónleikari seg við sínum trúfasta bólki, sum áhoyrarar í Keypmannahavn kunnu gleða seg til at hoyra saman við føroyingum í danska høvuðsstaðnum.

Búsitandi í Føroyum og við einum stórum heimaáskoðaraskara er bólkurin fastur gestur á G! Festivalinum. Tá bólkurin fyri fáum árum síðan var á stórari rundferð í Norðuramerika, framførdi hann m.a. á tí kendu Seatlle útvarpsstøðiniKEXP.com. Her sært tú framúrskarandi góðu upptøkuna:https://www.youtube.com/watch?v=8ccQ8uxmEQY&feature=youtu.be.

Millum konsertirnar verður artist talk við Jan Sneum.

Sølan er byrjað. Keyp atgongumerki á netinum umvegishttps://politikenbillet.dk/events/18134-G_Festival_Night/.