(Budapest) René S. Joensen følir ikki eyka trýstá sær, nú hann eftir øllum at døma fær sín fyrsta veruligamøguleika frá byrjan á landsliðnum.
Alt bendur á, at René S. Joensenbyrjar á høgri kanti, tá Føroyar hóskvøldið spæla mótiUngarn. René skifti í summar til Vendsyssel í Danmark og har hevurgingið væl fyrstu tíðina.
– Eg veit ikki, um eg eri í mínumlívsformi, tí helst skal eg hava eini 10 dystir, áðrenn eg erikomin orduliga í form. Men eg eri væl fyri, og tað hevur hjálptnógv, at eg havi spælt nú í 4 dystir. Men fyri at koma heilt upp,so skal eg spæla fleiri dystir út í eitt uttan skaða, so eg erivæl á veg, sigur René S. Joensen.
Upprunaliga var René mettur at verahøgri bakkur, men í ár bleiv hann í HB fluttur fram á sentralamiðvøllin. Nú spælir hann so á høgra kanti, sum aftur er nýttfyri hann.
– Eg havi seinastu vikurnar vant megvið at spælt sum høgri kantur. Men tað er ikki optimalt, tí eghavi ikki spælt har fyrr. Men tað minnir nógv um at spæla sumhøgri bakkur, tí tað er bara tað framrættaða, sum ein skalvenja seg meira við, sigur hann.
Fær møguleikan
Hetta er fyrstu ferð, at René færein ordiligan møguleika á landsliðnum frá byrjan. Men hann følirtó ikki nakað eyka trýst á sær.
– Eg føli ikki nakað eyka trýst. Manskal altíð avrika fyri at varðveita sítt pláss. Tað egkann gera er at fara út og gera mítt besta, og so vóna, at altgongur sum tað skal, sigur René S. Joensen.
Einar Waag mátti framskunda veðrarnar
Rúni Elttør: Atli Gregersen hevur góða ávirkan á hinar leikararnar
Myndarøð: Føroyingar venja á Puskás Ferenc Stadion í Budapest
Atli Gregersen: Ein fyrimunur at Ungarn fer eftir stórsigri
Hesir báðir KÍ leikararnir eru nærmast A-landsliðnum




