(Budapest) Gott KÍ avrik móti liði úr Ungarn hevur fanga áhugan í kunningarblaðnum til fjølmiðlarnar.
Tá fjølmiðlarnir komu á Groupama Aréna í Ungarn, so fingu teir umframt almennu leikskránna eisini ein kunningarblað, har ymisk týðandi kunning um bæði liðini var. Og ein skuldi bara blaða til síðu 2,har bakgrundstilfar um dystin er, so kom KÍ fram á pappírið. Har verður skrivað um søguna millum lið úr Føroyum og Ungarn í Europa. Og av 8 dystum, so er KÍ einasta liðið, sum hevur fingið javnleik móti einum liði úr Ungarn. Tað var í 2002, tá KÍ á Svangaskarði fekk 2-2 javnleik móti Újpest. Sí viðheftu mynd.
Einar Waag mátti framskunda veðrarnar
Rúni Elttør: Atli Gregersen hevur góða ávirkan á hinar leikararnar
Myndarøð: Føroyingar venja á Puskás Ferenc Stadion í Budapest
Atli Gregersen: Ein fyrimunur at Ungarn fer eftir stórsigri
Hesir báðir KÍ leikararnir eru nærmast A-landsliðnum




