Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ov nógv persónlig mistøk

Jákup Ósá – Myndir: Oliver Joensen

Les her um, hvørjir leikarar spældu væl og hvørjir skuffaðu á føroyska liðnum í kvøld.

Alt ov nógv persónlig mistøk gjørdu, at avrikið hjá føroyska landsliðnum í seinasta landsdystinum ikki var nøktandi.

Taka vit leikarar sum Gunnar Nielsen, Jónas Tór Næs, Odmar Færø, Sølva Vatnhamar, Brand H. Olsen og Christian L. Holst, so var felags fyri teir allar, at teir spældu væl undir tað, sum teir kunnu avrika á sínum besta degi. Tekniska støðið var als ikki nøktandi og persónlig mistøk í hópatali eyðkendu føroyska liðið, sum spældi sín vánaligasta heimadyst í longri tíð. Rumenia var betra liðið men als ikki so gott, at tað ikki lógu møguleikar í dystinum. Føroyar fingu eisini einstakar møguleikar, har serliga Sonni Ragnar Nattestad og Hallur Hansson kundu havt skorað. Í fyrsta málinum hjá Rumenia gjørdi fyrst Odmar Færø eitt óneyðugt fríspark, áðrenn verjan svav, tá Rumenia tók stutt fríspark og síðani legði innfyri. Í næsta málinum skallar Jónas Tór Næs uppá tvørs, áðrenn Gunnar Nielsen fer púra skeivur av einum langskoti/innleggi. Og í triðja málinum missir Brandur H. Olsen bóltin á egnari hálvu í einari løtu, har Føroyar – væl skilligt – satsaðu nógv bæði í taktikki og uppspæli fyri at fáa vónina aftur. Endaliga úrslitið var 3-0 til Rumenia.

Hallur Hansson og Jóan Símun Edmundsson vóru teir á føroyska liðnum, ið stóðu sterkast í myndini í fyrra hálvleiki, meðan Sonni Ragnar Nattestad og Kaj Leo í Bartalsstovu fyri tað mesta spældu væl í seinna hálvleiki. Men hóast føroyska liðið stríddist allan dystin, so var hetta ikki dagurin hjá teimum hvítu. Til tað vóru persónligu mistøkini alt ov mong. Tískil bleiv talan eisini at enda um størsta tapið í hesi undankappingini, sum annars hevur havt nógv ljóspunkt.