Føroysku viðhaldsfólkini hjá Skansanum gjørdu sítt á Tórsvølli í kvøld.
Føroysku viðhaldsfólkini hjá Skansanum gjørdu sítt á Tórsvølli í kvøld.
Skansin umfatar áskoðararnir, sum standa/sita í nýggja FSF húsinum í føroyskum landsliðstroyggjum og stuðla liðnum allan dystin á tamb við rópum, sangum og ymiskum ljóðførum. Hetta hava vit sæð seinastu heimadystirnar. Men í kvøld var avbjóðingin kanska eyka stór. Dysturin var leiktur í regni ein sunnudag kl. 17.00, og har føroyska liðið ikki ‘rakti dagin’ og at enda tapti greitt.
Men stuðulin frá Skansanum var ótrúligur. Sjálvt tá tað var 3-0 og tá dysturin var av, so ‘kókaði’ á Skansanum. Serliga var sungið og rópt fyri landsliðslegendunum Fróða Benjaminsen og Christian L. Holst, sum nú hava takkað fyri seg á landsliðnum og sum blivu heiðraðir av føroysku áskoðarunum. Eingin ivi er um, at hesi viðhaldsfólkini hjá Skansanum hava sett ein serstakan dám á Tórsvøll. Føroysku leikararnir merktu í kvøld veruliga, at sjálvt í stórari mótgongd er stuðulin heilhjartaður allar 90 minuttirnar umframt eina góða løtu eftir dystin.
Flott Skansin og haldið áfram komandi undankapping í sama stíli!




