Teir vóru uttan iva millum teir stuttligstu KÍ gestarøðararnar nakrantíð. Jørgen Niclasen og Heini í Skorini.
Teir vóru uttan iva millum teir stuttligstu KÍ gestarøðararnar nakrantíð. Jørgen Niclasen og Heini í Skorini.
Gestarøðarar á KÍ ársveitsluni í ár vóru Jørgen Niclasen og Heini í Skorini. Og hesir høvdu gjørt sítt heimaarbeiði, tí teir vóru sera væl umtóktir millum teir áleið 250 gestirnar, sum vóru á KÍ ársveitsluni og láturin mundi ongan enda tikið. Teir gjørdu sítt til, at talan bleiv um eina av bestu ársveitslum hjá KÍ í nógv ár.




