Norðlýsið hevur eitt boð uppá, hvønn talan er um.
Sáttmáli verður væntandi undirskrivaður ein av komandi døgunum.
Sjúrður Olsen, formaður í FC Argir, sigur við Norðlýsið, at AB er í samráðingum við nýggjan venjara. Talan er um útlending, sum ongantíð áður hevur verið venjari í Føroyum. Væntandi verður ein sáttmáli undirskrivaður ein av komandi døgunum. Sjúrður sigur, at AB leggur dent á at fáa ein venjara, sum byggir nakað upp og sum eisini kann geva nakað til ungdómsdeildina.
Norðlýsið hevur fingið ábendingar um, hvønn talan møguliga er um, hóast hetta skal takast við fyrivarni enn. 34 ára gamli Jesper Fredberg, sum seinastu árini hevur havt ymiskar uppgávur hjá AGF, er heitasta navnið og passar væl til profilin, sum AB leitar eftir, tí hann hevur havt nógv við ungdómslið at gjørt. Hann er uttan starv í løtuni, men sigur við bold.dk í dag, at hann hevur tilboð úr útlandinum, og at hann hyggur eftir einari uppgávu, har tað snýr seg um at byggja nakað upp.
AB endaði á 8. plássi í ár og fer komandi ár undir sítt 4. ár á rað í bestu deildini.




