Harleywoodpaint
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tróndur í Gamla Seglhúsinum

Tekst og Myndir: Dávur Winther

Sunnudagin 11. oktober læt upp listaframsýningin við Trónda Paturssyni upp í Gamla Seglhúsinum.

Sunnudagin 11. oktober læt upp listaframsýningin við Trónda Paturssyni upp í Gamla Seglhúsinum.


Framsýningin, sum hongur upp allan henda mánaðin, er opin soleiðis:
Mánadag – fríggjadag kl. 14.00 – kl. 17.00
Sunnudag kl. 14.00 – kl. 17.00

Til høvið helt Dávur Winther, formaður í Norðoya Listafelag røðu, og Hans Andreas Jacobsen spældi og sang nøkur løg – Væl av fólki hevði leitað sær og Gamla Seglhúsið at síggja frálíku myndirnar og nakað av glaslist, sum eisini var við.

Niðanfyri verður røðan, sum Dávur helt, endurgivin:

Góði Tróndur

Gamla Seglhúsið 11. oktober 2015

Vælkomin til Klaksvíkar!

Eg havi valt í hesum førinum ikki at lýsa teg so nógv í listarligum høpi, tí tað haldi eg, er so væl lýst aðra staðni. Men kanska heldur lýsa teg eitt sindur so, sum eg kenni teg sum persón ella fyrimynd – fittan og lítilátnan. Hetta tó at tú ert ein stórur persónur í listaheiminum og eisini í granskingarhøpi eftirmongurannsóknarferðirnar saman við m.ø. Tim Severini.

Fyrst í 80-unum, tá ið hús tíni vóru rímiliga nýggj, fekk eg vitjan í Føroyum av einum av lærarunum á BTH, har eg gekk – Byggeteknisk Højskole í Horsens, Svend Trøst, sum var lestrarvegleiðari. Hann ynskti samband við Teknisku skúlarnar í Føroyum fyri at kunna um skúlan í Horsens, sum tá var høgt í metum.

Eg vísti honum runt um í Føroyum og sjálvandi bankaðu vit eisini uppá dyrnar hjá tær, har vit sluppu at síggja serstøku húsini og spennandi atelierið. Tað serstaka var, at meginparturin av húsunum er rekaviður úr Sugguni í Kirkjubø. Har var m.a. eitt innmúrað baðikar í malagróti og ein stórur alkovi, roykstova við einum langborði frammanfyri vindeyguni oman móti sjónum og á borðinum lá eitt stórt skerpitjógv, sum vit fingu ein bita av.

Men tað undarliga var, at í køkinum vóru tríggir kranar. Vit báðir Trøst spurdu beinanevgin við okkara tekniska forvitni, hvat tann triðji kranin skuldi brúkast til.

Jú, segði tú soygliga, “Eg hugsaði, at mann kanska kundi hava eina tunnu av víni liggjandi uppi á loftinum, so kundi mann fingið vín úr tí triðja krananum”, svaraði tú við einum skálkasmíli. Tað var nokkso vanligt tá, at tunnur við víni vóru keyptar hendavegin. Um tunnan á loftinum nakrantíð varð bundin saman við krananum, veit eg ikki – rokni við, at tað hevur ikki verið so lætt iltanartekniskt.

Men inni hjá tær osaði av kreativiteti, hugna og trivnaði og heilt víst hevur ein av ímyndum tínum verið vakra kona tín, Borgny, ið gekk runt sum ein tænandi andi, fyrikomandi og blíð.

Einaferð komi eg heim við Norrønu og fullu vit í prát – drúgvt prát um list, men serliga um spennandi rannsóknar- og ævintýrferðirnar hjá tær. Tað var hugtakandi at hoyra teg greiða frá!

Minnist, at vit bóðu um tað stóra kalda borðið og nutu gott av tí drúgva borðseðlinum, ið har var. Skerpikjøt, turrur fiskur, turr gind, spik og alt tað góða gamla, sum tá var, í mun til nú, har teir kanska ikki tora at borðreiða vil slíkum umhvørvisliga ella hugsjónaliga vandamilkum lystimeti. Eisini vóru lundabringur – Tá minnist eg, at tú tók til, at á tí einu ferðini hevði tú etið flagermýs, “sovariga stórar og væl vaksnar”, legði tú afturat. Teir fleygaðu tær við stong, sum vit gera við fugl. Tá segði tú á tín soygliga og hóvliga hátt, at “tað smakkaði nakað tað sama sum lundi”!

Eg eri vísur í, at um tú ikki var við á hesum ferðum m.a. við St Brandan við tínum dugnaliga sjómansskapi, lært úr Kirkjubø og tí tú hevur siglt áður, so hevði staðið verri til. Tú bøtti skinnbátin, sum endaði inni í ísinum og hol kom á. Tú setti lokk og fangaði fugl, tú fiskaði og fekk ting og sakir at bera til, meðan hinir kanska bert settu seg at bíða ella opnaðu eitt konservisblikk.

So um eg hevði farið á slíka ferð, hevði eg viljað havt teg við!

Góði Tróndur!

Tú gongur ikki í smáum skóm, tá ið tú ferðast í listaheiminum og málar málningar, teknar ella ger glaslist. Ofta er tað havsins dýpi ella tað óendaliga kosmiska bládýpið, tú ferðast í og endurgevur á ein spennandi og hugtakandi hátt.

Tú hevur tín egna sermerkta stíl og tú ert tín egni harri og gongur egnu leiðir… Sjálvandi hevur havið, sum liggur beint frammanfyri køksvindeygað, og sum tú hevur roynt og tikið kampin upp við á øllum heimsins høvum, ein stóran týdning í tíni list og tess mongu litir, har kanska serliga tað ultimativa marinubláa er berandi.

Ímyndin er har!

Tú ert ættaður higani, kann sigast. Í seinnu giftu við konu higani, Marin Malena Ziska fekk Nólsoyar Páll trý børn, Sigga Sofía, Jógvan Ziska, sum sló út í uttanlandssigling og Apolloniu, sum búsettist á Biskupstøð við manninum Jákup Jákupsyni.

Elsta dóttirin, Sigga Sofía, giftist til Kirkjubøar við bóndanum har – tey fingu ein son.

Sigga Sufía og Petur Poulsen; kallaður Petur bóndi

Poul Petersen

Jóannes Patursson(1866 -1946)

Páll Nólsoy Patursson (1894 -1967)

Jóannes Patursson (1917 -1973)

Páll og Tróndur Patursson (1944)

Systirin, Apollonia og Jákup Jákupson

Hauns bóndi

Jákup bóndi – 21 ár,tá ið Apolonia doyr

Hans bóndi

Brita Black

Archibald Black– 8 ár,tá ið Jákup bóndi doyr

Apollonia doyði 23.04.1889, so Jákup bóndi f. 21.12.1867 hevur verið 21 ár tá.

Omma Finn Fjølbro, Karin (1882-1952), sum giftist við J. F. Kjølbro segði, at hon mangan svav hjá ommu síni Apolloniu.

Archibald plagar at taka til, at hann hevur sitið í fanginum hjá Jákup bónda, sum hevur sitið í fanginum hjá Apolloniu, sum hevur sitið í fanginum hjá Nólsoyar Páll! So søgan er kanska ikki so long.

Tú sigur í eini útvarpssamrøðu við Jógvan Arge, at tú og Páll vóru tvíburðar – Og tú sigur í sama andadrátti, at tú ert glaður um, at tú ikki vart tann eldri, tí so hevði tú arvað garðin og verðið bundin av honum og ikki blivið listamaður og heldur ikki sloppið á læruríku og spennandi ævintýrferðirnar á heimsins høvum, serliga saman við Tim Severin.

Jú, tað kunnu vit eisini fegnast um, og er henda listaframsýningin eitt dømi uppá tað.

Men tó haldi eg, tað er undarligt ella kanska lagnunar speisemi, at tú so velur at sýna fram hjá einum bónda av Hattarvík í Fugloy, Símum Gullaksen. Men ivaleyst kunnu tit snakka sama mál og kanska kunnu vit sleppa uppí part.

Staðið, Gamla Seglhúsið er væl egnað og sigur sína egnu søgu.

Archibald Black, sum er í sama liði sum tú – í sjeynda liði eftir Nólsoyar Páll, valdi at gerast bóndi og listamaður.

Hann fór ein túr til skips, men báturin brendi, so var tað ævintýrið av. Nú er hann saman við øðrum í ferð við at endurreisa lonina ella húsini hjá Nólsoyar Páll – sum ikki vóru so lítil í síni tíð, nærhendis uppruna staðnum á Biskupstøð. So kunnu tit báðir kanska seta tykkum upp afturá har inni um ikki so langa tíð, og lata hugin reika um ættarmann tykkara Nólsoyar Páll.

Vælkomin og góða framsýning!

Takk fyri

Dávur Winther

Norðoya Listafelag, formaður