Myrka tíðin er nú komin, og stundir eru at finna fram endurskinini. Eisini við gøtuljósi er neyðugt at brúka endurskin.
Myrka tíðin er nú komin, og stundir eru at finna fram endurskinini. Eisini við gøtuljósi er neyðugt at brúka endurskin.
Endurskin síggjast 140 metur burturfrá
Ofta halda fólk, at síggja tey bilin, sær bilførarin tey. Í myrkri er tó nærum ógjørligt hjá bilførarum at síggja fólk til gongu uttan endurskin. Ferðslutrygd fær afturvendandi áheitanir frá bilførarum, sum vísa á, at alt ov mong fólk til gongu eru trupul at síggja í myrkri, tí tey eru uttan endurskin.
Uttan endurskin eru fólk nústani sjónlig, tá bilurin er 25-30 metur burturfrá, meðan tey við endurskini eru sjónlig 140 metur burturfrá, og hetta er tá bilurin brúkar nærljós. Koyrir bilurin 50 km/t, hevur bilførarin 10 sekund at taka hædd fyri fólki í endurskini, meðan hann hevur 2 sekund, um fólk ikki eru í endurskini – og tað kann vera munurin millum lív og deyða.
Norsk kanning vísir, at tú minkar vandan fyri at verða árend/ur í myrkri við 85%, um tú brúkar endurskin.
Allir 1. floksnæmingar fingið endurskinsvestar
Á hvørjum ári lata Tryggingarfelagið Føroyar og Ráðið fyri Ferðslutrygd øllum børnum, sum eru byrjað í skúla, ein endurskinsvest. Fríggjadagin vitjaði Ferðslutrygd 1. flokk í Kvívíkar skúla, tá tey fingu endurskinsvestarnar. Sólin skein oman og niðan. Børnini vóru røsk at greiða frá, hvørjar tankar tey hava um ferðslu og hvørjum ansast skal eftir.
Endurskin eiga at hanga í knæhædd. Les meira um endurskin á rff.fo.
13. oktober 2015
Ráðið fyri Ferðslutrygd




