Tað er um okkara leiðir, at lágtrýstini vestan úr havi renna seg ímóti hátrýstunum eystanfyri.
Tað er um okkara leiðir, at lágtrýstini vestan úr havi renna seg ímóti hátrýstunum eystanfyri.
Veðrið hevur verið skiftandi ímillum gott veður við lítlum og ongum vindi í nakrar dagar og so nakað av vindi við regni í ein ella tveir dagar.
Veðrið í dag er eitt úrslit av tí sama. Eitt lágtrýst við vindi og regni hevur trýst seg ímóti tí stóra hátrýstøkinum yvir Skandinavia. Hátrýstið heldur keðiliga veðrið burturi frá sær, tí er vindurin og regnið parkerað yvir Føroyum í dag. Vindferðin liggur um hvassan vind og skrið – í støðum upp í 20 m/s.
Ættin er útsynningur-sunnan, og tað er so ymiskt, hvussu hon ger um seg kring oyggjarnar.
Seinnapart fer vindurin so líðandi at minka, men avfallið verður mestsum tað sama. Í nátt og fyrrapartin í morgin minkar vindurin niður í lítið og einki, og tað fer at slíta í.




