Av tí at atgongumerkini til heiðurskonsertina við Jon Bon Jovi vórðu skrædd av hillunum beinanvegin, verður skipað fyri eykakonsert fríggjakvøldið 30. oktober. Helmingurin av atgongumerkjunum til eykakonsertina eru longu seld, tí ræður um at skunda sær, áðrenn tað verður ov seint.
Av tí at atgongumerkini til heiðurskonsertina við Jon Bon Jovi vórðu skrædd av hillunum beinanvegin, verður skipað fyri eykakonsert fríggjakvøldið 30. oktober. Helmingurin av atgongumerkjunum til eykakonsertina eru longu seld, tí ræður um at skunda sær, áðrenn tað verður ov seint.
Tað tók einans 90 minuttir at selja atgongumerkini til fyrru heiðurskonsertina – sum verður leygardagin 31. oktober – siga fyrireikararnir. Tískil tóku teir støðu til, at gera eina eykakonsert til teirra, sum ikki fingu eitt atgongumerki í fyrsta umfari.
Atgongumerkini ganga sum heitt breyð, tí í gjár vóru meira enn helmingurin av atgongumerkjunum longu seld. So tit, ið ætla tykkum á konsert mugu reisast úr stólinum nú og fara inn á www.atlantis.fo at ogna tykkum eitt atgongumerki!
Í lýsingini til konsertina stendur skrivað: Kom og hoyr Signar í Homrum, Hans Andrias Jacobsen, Maluna Eyðunsdóttir og onnur heiðra stadion-rokkin, sum vit kenna hann allarbest, saman við nøkrum av okkara dugnaligastu tónleikarum.
At siga um heiðurskonsertina er m.a., at húsaorkestrið er samansett við nøkrum av bestu tónleikarunum í Føroyum:
Henning Hjalt Nicodemussen, Trummir
Magni Husgaard, Tangentar
Jógvan Fróðin Baldvinsson, Bass
Mikkjal Hvannastein, Guitar
Hans Andrias Jacobsen, Guitar.
Høvið verður at hoyra ymiskar sangarar framføra nøkur av teimum bestu og størstu hittunum vit kenna frá Bon Jovi:
Signar í Homrum
Malan Eyðunsdóttir
Hans Andrias Jacobsen
Eisini verður ein serlig framførsla frá tveimum av høvuðsleikarunum frá teatur-konsertini Rósa Maria, sum eru Olvheðin Jacobsen og Eva Maria Brynhildardóttir.
Have a Nice Day!




