Leikarin sjálvur ger her viðmerkingar til hansara framtíð.
Leikarin sjálvur ger her viðmerkingar til hansara framtíð.
Tróndur Jensen skifti til AB í summar og spældi 10 dystir. Og sum fráleið bleiv hann ein av mest eyðsýndu leikarunum hjá AB, har hann var við í nógvum málum.
Og góða avrikið hjá Tróndi í AB hevur fangað áhugan hjá øðrum feløgum. Tróndur Jensen sigur við Norðlýsið, at hann onga avgerð hevur tikið enn, hvar hann spælir í 2016, men at tað eru fleiri feløg, ið hava áhuga fyri at fáa hann í sín hóp. Hann sigur, at ein avgerð verður tikin innanfyri tær næstu vikurnar.
Sum skilst ynskir AB at varðveita miðvallarleikaran í felagnum. Gamla felagið, HB, er uttan iva sera áhugað at fáa hann aftur til felagið, nú Fróði Benjaminsen gevst.




