Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Klaksvíkar býráð samtykt at halda fram við at stroyma býráðsfundir

John William Joensen

Eftir uppskoti frá Kristian Eli Zachariassen, býráðslimi, hava almennu fundirnir hjá Klaksvíkar Býráð síðani 24. apríl 2014 í einari royndartíð verið stroymaðir á alnótini, og 30. apríl í 2015 samtykti býráðið einmælt, at stroymingin heldur áfram.

Eftir uppskoti frá Kristian Eli Zachariassen,býráðslimi, hava almennu fundirnir hjá Klaksvíkar Býráð síðani 24. apríl 2014 íeinari  royndartíð verið stroymaðir áalnótini, og 30. apríl í 2015 samtykti býráðið einmælt, at stroymingin helduráfram.

 

Seinasta hálvtannaðárið hevur Klaksvíkar býráð havt sínar almennu býráðsfundir opnar fyri almenninginumá alnótini. Atgongdin til hesa stroyming er á heimasíðuni hjá kommununi,www.klaksvik.fo.

Á klaksvik.fo verðurupplýst, at býráðið eftirmetti og samtykti 11. sept. 2014, at stroymingin, sumfelagið Raclip hevur tikið sær av, skuldi halda fram til endan av apríl 2015,tá støða skuldi takast til spurningin um framhald.

Í apríl mánað varðmálið so lagt fyri fíggjarnevdina og býráðið við áheitan um at taka endaligastøðu til, um stroymast skal framhaldandi frá almennu býráðsfundunum.

Fíggjarnevndinsamtykti at mæla til, at stroymingin heldur áfram, og at neyðugur tekniskurútbúnaður verður fingin til vega, og eitt einmælt býráð samtykti at taka undirvið fíggjarnevndini.