Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Útlendingastovan førir integratiónsarbeiðið víðari

Nordlysid

David Im, sum síðani februar hevur arbeitt sum integratiónssamskipari í Klaksvíkar kommunu, verður nú integratiónssamskipari á Útlendingastovuni hjá Vinnumálaráðnum.

David Im, sum síðani februar hevur arbeitt sum integratiónssamskipari í Klaksvíkar kommunu, verður nú integratiónssamskipari á Útlendingastovuni hjá Vinnumálaráðnum.

 

Avbjóðingarnar sum fylgja við integratión líkjast um alt landið. Í Klaksvík eru ítøkilig átøk sett í verk fyri at betra um integratiónina hjá tilflytarum, og nú tekur Útlendingastovan stig til at bera hetta arbeiðið víðari fyri alt landið við at seta David Im sum integratiónssamskipara.

Klaksvík hevur slóðað fyri
Seinasta árið hevur David Im verið knýttur at Klaksvíkar kommunu sum integratiónssamskipari, og 30. apríl samtykti býráðið ein integratiónspolitikk, sum skal virka fyri, at tilflytarar skjótari kunnu integrerast í føroyska samfelagið. Við at seta David í starv sum integratiónssamskipara á Útlendingastovuni tekur Vinumálaráðið tí av møguleikanum um at arbeiða víðari við teimum royndunum, sum eru komnar burturúr verkætlanini í Klaksvík.

Í Klaksvík búgva áleið 130 tilflytarar, og innleiðandi kanningarnar hjá David vístu, at tað ganga eini sjey ár, áðrenn tey eru integreraði í okkara samfelag.

– Hetta vissaði um tørvin á skipaðum integratiónspolitikki, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri. – Sjey ár er alt ov long tíð at vera í einum samfelagi, sum kennist fremmant, so tað vildu vit sjálvandi gera okkurt við, greiðir borgarstjórin frá. Hann leggur afturat, at tilflytarar sjálvandi skulu kunna kenna seg heima í Klaksvík skjótari.

– Tilflytararnir í Klaksvík eru eitt stórt tilfeingi, sum vit eiga at duga at útnytta, og tey umboða nógvar ónýttar møguleikar, sum kunnu menna okkara samfelag og gera tað betri at búgva og vera í Klaksvík, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri. Hann leggur afturat, at visjónin við integratiónspolitikkinum er at realisera teir stóru møguleikarnar sum kunnu gagna bæði tilflytarunum og samfelagnum.

Integratiónsnevnd
Tað er ongin ivi um, at politikkurin og arbeiðið við integratión hevur kastað ítøkilig átøk av sær. Ein integratiónsnevnd er sett á stovn í Klaksvíkar kommunu, har umboð fyri tilflytarar í Klaksvík koma í samband við býráðslimir og koma til orðanna í teimum málum, sum viðvíkja integratión. Nevndin er skipað sum ein ráðgevandi nevnd, sum hevur fund annanhvønn mánaða.

Borgarstjórin er formaður í nevndini, og harumframt umboðar Gunvá við Keldu, býráðslimur býráðið í nevndini. Umboð fyri tilflytararnar í Klaksvík eru Kinga Eysturland, Jean Gudjónsson, Rainer Latupeirissa, Sadiqull Patawary og Catherine Steinberg.

Tey fimm umboðini fyri tilflytararnar hava tilsamans búð í Føroyum í nógv ár og hava tí drúgvar royndir við at integrera seg í føroyska samfelagnum.

Tiltøk og fyritøkur
Integratiónsarbeiðið hevur higartil eisini fevnt um nógv tiltøk, sum fremja integratiónini í Klaksvíkar kommunu.

Í summar skipaði kommunan saman við Íverksetarahúsinum fyri StartUp International, har tilflytarar fingu høvið at leggja lunnar undir egið virksemi. Tiltakið varð skipað sum ein kapping við fiktivum fyritøkum, og vinnandi fyritøkan er nú vorðin ein verulig fyritøka, nevniliga bilvaskifyritøkan Top Shine, sum Milicia og Zeljko Bogdanovic eiga og reka.

Harumframt hava tilflytarar eisini latið upp aðrar fyritøkur í Klaksvík, eitt nú hava Sadiqull Patawary, Cathy Steinberg og Rainer Latupeirissa øll royndir við egnum virksemi í býnum, og hetta hevur verið við til at integrera tey í samfelagnum. Sadiqull, sum í nógv ár hevur átt og rikið McGrill er farin undir nýtt og størri virksemi í Runavík. Í sama umfari hevur Cathy yviritikið grillbúðina á kajini, og er farin undir sítt egna virksemi har. Rainer eigur og rekur eina asfalteringsfyritøku, og harafturat riggar Kinga Eysturland til at lata upp egið virksemi tíðliga í komandi ári.

Neyðugt at halda fram
Royndirnar við integratiónspolitikkinum í Klaksvíkar kommunu eru soleiðis framúr góðar, og tað er sjálvsagt jaligt. Fleiri tiltøk hava verið á skrá til frama fyri integratiónsarbeiðið í Klaksvík. Nýggjasta dømið er “Uppliva Pólland”, sum verður á Klaksvíkar bókasavni í annaðkvøld. Eitt annað dømi er áðurnevnda “StartUp International” kappingin fyrr í ár. Harafturat verður javnan skipað fyri hugnakvøldum og lektiekafé-tiltøkum fyri tilflytarum.

Øll tiltøkini hava sama endamál: at geva tilflytarum ein betri møguleika fyri at integrera seg í samfelagnum og lata føroysk eygu upp fyri teimum stóru møguleikunum sum fylgja við einum fjølbroyttum samfelag, har upprunaføroyingar og tilflytarar kunnu læra hvør av øðrum og mennast í felag.

Jógvan Skorheim, borgarstjóri fegnast um, at Útlendingastovan hevur sett ein integratiónssamskipara. – Integratiónsarbeiðið í Klaksvík hevur gingið ómetaliga væl higartil, og tað er tí sera jaligt, at Útlendingastovan fer at bera hetta arbeiðið víðari, sigur borgarstjórin.

Hann leggur afturat, at tað er neyðugt, at integratiónsarbeiðið heldur fram. – Tað er ein sannroynd, at integratión er ein fortreyt fyri einum fjølbroyttum og kreativum samfelag, og tí er umráðandi, at vit framhaldandi menna hetta økið, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri.

Harleywoodpaint