Landsliðsvenjarin er væl nøgdur við undankappingina, ið júst er liðug.
Landsliðsvenjarin er væl nøgdur við undankappingina, ið júst er liðug.
Tað er bold.dk, sum hevur samrøðu við Lars Olsen í dag. Har sigur hann m.a., at hann er væl nøgdur við júst farnu undankapping, har liðið hevur ment seg nógv. Hann heldur, at Hallur Hansson og Jóan Símun Edmundsson í løtuni eru teir størstu profilarnir. Hann vísir samstundis á, at hansara greiði boðskapur til føroyskar leikarar er, at teir skulu fara uttanlands at spæla. Tí har er leikferðin hægri og av tí sama standa teir seg betri á landsliðnum. Hann heldur at næstbesta deildin í Danmark er eitt passandi støðið at byrja á, men at málið sjálvandi má vera, at koma á enn hægri støði at spæla hjá føroysku leikarunum.




