Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Anja ansar heksabørnum

Tíðindaskriv

Mikukvøldið 21. oktober kl. 20.00 verður ókeypis fyrilestur í Reinsarínum á Tórsgøtu við donsku Anju Ringgren Lovén.

Mikukvøldið 21. oktober kl. 20.00 verður ókeypis fyrilestur í Reinsarínum á Tórsgøtu við donsku Anju Ringgren Lovén.

Anja hevur í 2014 stovnað eitt barnaheim í Nigeria og børnini, ið búgva á barnaheiminum eru børn, sum Anja og toymi hennara hava bjargað undan deyðanum. Hetta eru sokallaði Heksabørn. Í Nigeria er nógv pátrúgv, og millum annað trúgva tey, at tá ið eitthvørt keðiligt hendir einari familju, so er tað tí, at barnið í familjuni er eitt sokallað Heksabarn.


Tá eitt barn verður ákært fyri at verða eitt Heksabarn, verður tað pínt við sýru, bukað, svøltað, útihýst av familjuni ella dripið. Hetta fer fram dag og dagliga í Nigeria, men Anja og toymi hennara bjarga teimum børnunum, tey eru før fyri, og gera eisini nógv upplýsingararbeiði fyri at broyta hugsjónina hjá fólki í Nigeria.

Komið og hoyrið fyrilesturin við djørvu Anju, sum stríðist fyri at bjarga hesum børnum.

Les meira um Anja Ringgren Lovén og hennara arbeiðið her:
http://dinnoedhjaelp.dk