Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Streymmátari flotnaður norðanfyri

Havstovan

Týsmorgunin 13. oktobur fekk Havstovan boð um, at ein streymmátari var flotnaður norðanfyri. Magnus Heinason lá í Havn, men skuldi eftir ætlan á merkingartúr mikukvøldið. Tískil lá væl fyri hjá teimum at taka mátaran upp, tá tað var blivið ljóst hósdagin. Streymmátarin var tá rikin nakað eystureftir, men varð tikin upp í øllum góðum.

Hesin streymmátarin varð lagdur út á sumri 2012 saman við 8 øðrum mátarum. Á sumri 2013 var ætlanin at taka mátararnar uppaftur, men einans 7 komu upp – hesin, sum lá norðanfyri og ein, sum lá í Bankarennuni, fingust ikki upp. Í desember flotnaði mátarin í Bankarennuni (sí tíðindiStreymmátari flotnaður), og nú flotnaði so hesin eisini. Hesin mátarin hevði eina langa fortoying við einum minni streymmátara, útloysara og fleiri smáum boyum á – sí mynd niðanfyri. Vit vóru tískil spent at vita, hvar fortoyningin var slitnað. Tíbetur vísti tað seg, at eitt ketulið niðast á fortoyningini var rustað av, og tískil fingu vit alla útgerðina aftur. Útloysarin, tað er tólið, sum skal sleppa loddinum, virkaði tó ikki sum ætlað og hevur møguliga likið.

SÍ MYNDAFRÁGREIÐING NIÐANFYRI: