Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

HB toppskjúttin skiftur felag?

Jákup Ósá

Hann hevur met í føroyskum Europa fótbólti og endaði sum toppskjútti hjá HB í ár.

Hann hevur metið í Europa og endaðisum toppskjútti hjá HB í ár. Men enn er ógreitt, hvar LeviHanssen spælir næsta ár.

Levi Hanssen er uppvaksin í B36, menhar hevur hann ikki spælt síðani 2005. Ístaðin eru tað feløgsum Skála, EB/Streymur og HB, ið hava fingið gleðina avleikaranum, sum eisini hevur verið partur av A-landsliðnum tileinstakar dystir. Í Europa fótbólti er hann tann leikarin íFøroyum, ið hevur skorað flest mál. Heili 9 ferðir hevur hannskorað í Europa League ella Champions League. Í ár var LeviHanssen toppskjútti hjá HB saman við Arnbirni T. Hansen við 7málum.

Levi sigur við Norðlýsið, at fleirifelag hava víst sær áhuga, men at hann ikki hevur tikið nakra støðuenn til, hvar hann spælir komandi ár. Hann vónar tó, at einavgerð er tikin áðrenn jól. Hóast søgurnar siga, at hann ikkiheldur fram í HB, so vil hann hvørki vátta ella avsanna hesum.

Hagtøl hjá Levi Hanssen ílandskappingini seinastu fýra árini

2015: 2103 minuttir – 7 mál – 2upplegg (HB)

2014: 1617 minuttir – 0 mál – 7upplegg (HB)

2013: 1889 minuttir – 6 mál – 1upplegg (EB/Streymur)

2012: 2117 minuttir – 3 mál – 5upplegg (EB/Streymur)