Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ivan Stojkovic og Martin Tausen fara úr TB

Jákup Ósá

Vit hava góð boð uppá, hvar teir spæla komandi ár.

Vit hava góð boð uppá, hvar teir spæla komandi ár.

Sum skilst eru bæði Ivan Stojkovic og Martin Tausen fluttir úr Suðuroynni og skulu framyvir búgva norðanfyri. Tað ger, at teir halda ikki fram í TB.

Sum Norðlýsið skilir, so endar Ivan Stojkovic mest sannlíkt í ÍF. ÍF manglar ein royndan málverja og felagið hevði – sum skilst – áhuga í Meinhardt Joensen, áðrenn hann skrivaði undir sáttmála við KÍ. Við 38 ára gamla Ivan Stojkovic, sum í fleiri ár hevur verið mettur at vera millum betru málverjarnar í Føroyum, fær ÍF ein royndan málverja, sum hevur vart málið hjá TB nærum hvønn dyst síðani 2007.

Martin Tausen var eisini millum berandi kreftirnar á TB liðnum í ár. Hann hevur 119 dystir úr bestu deildini í beinunum og kann spæla bæði í miðverjuni og á sentrala miðvøllinum. Sum skilst er mest sannlíkt, at Martin Tausen spælir við 07Vestur komandi kappingarár, men enn er tað ikki endaliga staðfest.