Fleiri av U17-gentunum í Mjølnir vóru í bruttolandsliðshópinum, men tá av tornaði kom eingin úr Mjølnir á U17-landsliðið, sum Romica Øster, landsliðsvenjari hevur tikið út, og sum skal umboða Føroyar í NEVZA-kappinginin í Kettering í Onglandi.
Fleiriav U17-gentunum í Mjølnir vóru í bruttolandsliðshópinum, men tá av tornaði komeingin úr Mjølnir á U17-landsliðið, sum Romica Øster, landsliðsvenjari hevur tikið út, og sum skalumboða Føroyar í NEVZA-kappinginin í Kettering í Onglandi.
Romica Øster,U17-landsliðsvenjari, sum eisini er venjari hjá Gentum U16 og Eik-liga kvinnurhjá Flogbóltsfelagnum Fleyr, hevur, sum áður fráboðað, tikið úr 12 leikarar úr fýraymiskum feløgum: 4 úr Drátti, 3 úr SÍ, 3 úr TB og 2 úr Fleyr.
Sum Norðlýsið skilur, hava øll feløgini góðar U17-leikarar, ogupprunaliga varð eisini ein leikari úr Mjølnir úttikin, men gav avboð.
Sostatt gjørdist úrslitið hesaferð, at eingin frá Mjølnir slapp við áU17-landsliðið, sum fara úr Føroyummikudagin 28. oktober og eru aftur í Føroyum 2. november. Kappingin, sum verðurhildin í flogbóltsmiðdeplinum hjá enska flogbóltssambandinum í Kettering viðBirmingham, verður í døgunum 29. oktober til 1. november.
Tað eru sjey lið við í kappingini og eruFøroyar endaðar í bólki tvey, saman við Finlandi og Íslandi. Í hinum bólkinumeru Svøríki, Danmark, Ongland og Noreg.
Føroysku genturnar hava nógv at liva upp til,tí tá U17 liðini kappaðust seinast, gjørdust Føroyar nummar fýra.
Á U19landsliðnum vóru 4 leikarar frá Mjølnir.




