Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ein málning til at gera mun

Tíðindaskriv

Pól Huus Sólstein luttók á tiltakinum Hamskiftið á Reinsarínum fríggjakvøldið og endaði framløgu sína við at handa eina málning til leiðandi yvirlækna á Psykiatriska Deplinum. “Rammurnar psykiatriin húsast undir eru so jánkasligar, at tað er brúk fyri at fríðka um. Her takið eg fyrsta stigið og vóni at nógv onnur fara at fylgja eftir, og havi avgjørt at lata ein málning av Eyðuni av Reyni til at fríðka um á Psykiatriska Deplinum”

Nógvu fólkini, sum høvdu leitað sær oman á Reinsaríið hetta kvøldið, vóru sera hugtikin av erligu og inniligu framløguni hjá Pól Huus Sólstein. Hansara ásannan av, at sinnisligur tregi gjøgnum fleiri ár, kundi skiljast betri, tá hann hevð fingið staðfest, at hann hevði tvíhamaða hugalagssjúku, sum sveiggjar millum sinnisliga ovurmegi og sinnisliga tyngd. Hetta var tað, sum fyrr var kallað manio-depressiva sjúkan og sum í dag hevur heitið bipolera sjúkan, soleiðis at skilja, at tú sveiggar millum pólarnar, – ert uppi og niðri.

Sum heild helt Pól Huus Sòlstein, at hann hevði møtt skiljandi fólkum, tá hann hevði valt at vera opin um sína sjúku, men hann hevði eisini møtt samfelagsins sigmatisering. Nevndi dømi um at tey í fyritøkuni fyri stuttum høvdu teknað sjúkratryggingar til øll starvsfólkini – uttan til stjóran, sum tryggingin ikki vildi vita av í hesum føri – tí hann hevði bipolera sjúku.

Rammurnar sum psykiatriski depilin húsast undir, vísa eisini týðuliga hvussu niðurraðfest psykiatriska økið er í Føroyum. Glæsiligu listarverkini, sum møta tær tá tú trínur inn í forhøllina á Landssjúkrahúsinum, standa í skerandi kontrast til naknu og køldu veggirnar í niðurslitnu lonunum psykiatriin húsast í. “Tí havi eg valt at geva hendan málningin til at fløva og fríðka um og vil fegin hava at hann ikki verður hongdur á nakað kontór men har sjúklingarnir halda til. Vóni at tað verða fleiri, listarfólk ella onnur, sum kunnu elta hesa leið og verða við til at gera ein mun á hesum økinum”, sigur Pól Huus Sòlstein.

Nevndini í FPS:

Birgit Andersen

Eydna Iversen Lindenskov

Jana Mortensen

Margit Justinussen

Anna Simonsen