Vegna vánaligt veður við regni, var valt at hava minningarhaldið teirra sjálátnu í Christianskirkjuni í dag, har væl av fólki kom til minningarhaldið – um 300 fólk, eisini aðrastaðni frá.
Vegna vánaligt veður við regni, var valt at hava minningarhaldið teirra sjálátnu í Christianskirkjuni í dag, har væl av fólki kom til minningarhaldið – um 300 fólk, eisini aðrastaðni frá.
Skráin í kirkjuni var henda
Preludeum og Inngangsbøn
Signhild V. Johannesen, forkvinna í Mentanarnevndini, beyð vælkomin og hugleiddi um allahalgannadag.
KFUM & K-kórið sang, Eg eri við tær ei óttast
Felagssangur,Vit prísa tær, Harri, sum Jóhanna Johannessen spældi á urgu til.
Kristian Martin Rasmussen, skipari helt minningarrøðuna og tók m.a. fram kvinnurnar, ið eftir sótu eftir miss á sjónum og undraðist á, at tey, sum eftir sótu, eru so væl komin undan – Hetta tó við hjálp frá Guði og góðum fólki, sum tikið plagar at verða til.
Kristian Martin nevndi, at tó at trygdin á sjónum er væl betri nú, enn fyrr, og færri farast á sjónum, so mugu vit tó sanna orðafellið: “Ilt er at byggja borð fyri báru” – og nevndi tvey dømi, sum standa mongum svár í minni.
Síðani las Kristian Martin Rasmussen navnið á honum, sum farin er á sjónum, síðani seinasta minningarhald: Svend Eivind Sonne Hansen, druknaði í Funningsfirði eftir at vera komin aftur av útróðri tann 21. november 2014, 83 ára gamal.
Tey, sum farin eru, vórðu ærað í tøgn.
KFUM & K-kórið sangur,Sum sólin í eystri man rísa
Marjun Lómaklett, prestur bað eina bøn og lýsa vælsignilsi
FelagssangurJesus kæri, før tú meg
Signhild V. Johannesen, forkvinna í Mentanarnevndini, takkaði fyri og beyð til ein derkkamunn í KFUM & K, eftir at kransarnir vórðu lagdir í Gamla Kirkjugarði,
Síðani var útgangsbøn og postludeum
Prestur gekk undan og eftir henni fóra tey, sum varðaðu av kransunum við hvør sínum kransi, og gingið oman í Gamla kirkjugarð, har kransarnir vórðu settir við minnisvarðan
Kransar
Klaksvíkar Býráð: Jógvan Skorheim, borgarstjóri
Føroya Landsstýri: Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum
Klaksvíkar Útróðrarfelag: Jógvan Páll Steinberg, formaður
Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag: Jastrid W. Niclasen, forkvinna
Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag: Arthur Guðjonsson, formaður




