Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Faroeislands.fo almannakunngjørd í nýggjum líki

Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Heimasíðan www.faroeislands.fo er almannakunngjørd í nýggjum sniði og líki.

Heimasíðan www.faroeislands.fo er almannakunngjørd í nýggjum sniði og líki.

www.faroeislands.fo er almenni portalurin um Føroyar hjá Føroya Landsstýri. Endamálið við heimasíðuni er at veita kunning um Føroyar til fólk úti um heim, sum leita sær kunnleika um Føroyar.

Á heimasíðuni verður dentur lagdur á gott myndatilfar og eyðskildar tekstir um føroysk samfelagsviðurskifti í breiðum høpi.

Uttanríkistænastan í Uttanríkis- og vinnumálaráðnum umsitur www.faroeislands.fo

Uttanríkistænastan stendur fyri tíðindabrævinum Faroe Islands Newsletter, sum eisini verður almannakunngjørt á heimasíðuni. Tíðindabrævið varpar út tíðindi og kunning um Føroyar – tað verði seg um politisk, vinnulig, samfelagslig og mentanarlig viðurskifti. Tíðindini verða skrivað av frílansum.