Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fólk og Dógvar uppi eftir 8 minuttum

Tekst & Myndir: Dávur Winther

Ein sýning av Fólk og dólgum í Kardamummubýnum var í morgun seld á Norðoya Kunningarstovu. Skilið var tað sama sum aðra staðni – ein long bíðirøð, og eftir 8 minuttum var sýningin við 150 setrum rivin burtur.

Fólk úr Vágunum, Havn, Fuglafirði og arðrstaðni við høvdu leitað sær til Klaksvíkar at fáa hendur á einum atgongumerki til væl umtøkta leikin. Sýningin, sum varð seld í Klaksvík, er bert til sunnudagin 20. des. kl. 16.00 í Sjónleikarahúsinum í Tórshavn.

Hetta er triðja røðin av eykasýningum.Frumframførslan verður leygardagin 7. novembur. Sýningar verða týs- miku- og fríggjakvøld kl. 18 og leygar- og sunnudagar kl. 16.

Á heimasíðuni, har kunnað hevur verið umFólk og dólgar í Kardamummubýnum stendur ein long røð av teimum útseldu sýningunum – 25 í tali:

11. desember –ÚTSELT
13. desember –ÚTSELT
16. desember –ÚTSELT
18. desember –ÚTSELT
19. desember– verður selt í Kunningarstovuni í Vági
20. desember– verður selt í Kunningarstovuni í Klaksvík