Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kloakkarbeiðið heldur fram

Tekst og Myndir: Dávur Winther

Nú verður grivið omanfyri Bakkahjallarnar – eftir parkeringsplássinum har. Kloakkin frá húsunum í hesum øki niðanfyri Nólsoyar Páls gøtu verður løgd í nýggja reinsiverkið á Biskupstøð.

Nú verður grivið omanfyri Bakkahjallarnar – eftir parkeringsplássinum har. Kloakkin frá húsunum í hesum øki niðanfyri Nólsoyar Páls gøtu verður løgd í nýggja reinsiverkið á Biskupstøð.

Kloakkin verður, veitt higani oman í ein pumpubrunn, sum síðani pumpar upp í stóra reinsiverkið frammanfyri Kappróðrarneystið.

Arbeiðið er ikki so einkult, tí fyri at fáa rørleiðingarnar veitt frá rottanganum við norðaru húsunum her, verður neyðugt at grava undir 130 cm betonrørum, sum áin undan Kjølinum rennur ígjøgnum og út á sjógv.

Henda áin hevur nú ikki nakað navn á fólkamunni, helst tí hon ikki er sjónlig fyrr væl uppi í bønum. Men hon var mark millum Gerðar og Biskupstøð til Nólosoyar Páll fekk lendi í síni tíð sunnafyri ánna og lat vegna tað lendi longur norður til gerðamenn undir hamrinum.

Men nøvn hava verið nevnd sum Kjalará, Marnará og Líðará. Longur suðuri á Kjølinum er eisini navnið, Líðargjógv, sum er byrjanin ella endin av Ravnagili.

Frá gomlum av er helst rætta navnið Marknaáin, tí hon var tá øll mark millim Gerðar og Biskupstøð. Marknastíggjur er beint sunnanfyri ánna, millum hamrarnar.

Harleyfacadeacryl