Fríggjakvøldið 13. november letur Tjóðpallur Føroya dyrnar upp til Café Gløgg – ein skemtilig café, har prikað verður til gerandisdagin og okkara sjálvsfatan. Á pallinum kennir vit uttan iva onkran aftur. Grannan, fastrina ella kanska okkum sjálvan?

Café Gløgg er eitt gott høvi at seta hol á eitt stuttligt kvøld, eitt nú hjá vinabólkum, starvsfólkum, bindilklubbum, familjum – ja øllum sum tola skemt og hugna.
Fumsýning verður fríggjakvøldið 13. november kl. 19.00. Spælt verður hóskvøld, fríggjakvøld, leygarkvøld og sunnukvøld inn í desember mánað.