Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fleiri hava spurt seg fyri hjá Mamuka

Jákup Ósá

Leikarin sjálvur ger her viðmerkingar til, hvar hann spælir í 2016.

Leikarin sjálvur ger her viðmerkingar til, hvar hann spælir í 2016.

Mamuka Toronjadze var næstbesti toppskjútti hjá FC Suðuroy í ár við 8 málum. Hann var millum mest eyðsýndu leikararnar hjá niðurflytarunum, men nú Fc Suðuroy flutti niður, so er spurningurin, um Mamuka heldur fram í Føroyum.

Við Norðlýsið sigur hann í stuttari viðmerking, at tað eru nøkur feløg, ið hava havt fyrispurningar og í løtuni umhugsar hann møguleikarnar uttan at hann vil seta navn á, hvørji feløgini eru. Hann sigur, at hann ynskir at spæla í Føroyum næsta ár, men at hann einki ger í skundi.

Mamuka hevur umframt FC Suðuroy eisini umboðað NSÍ í Føroyum.