Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Floksformenn umrøða felags politisk áhugamál

Sambandsflokkurin

Formenninir í samstarvsflokkunum, Sambandsflokkinum og Vinstra, eru samdir um grundleggjandi felags virðir og samstarv í Ríkisfelagsskapinum.

Formenninir í samstarvsflokkunum, Sambandsflokkinum og Vinstra, eru samdir um grundleggjandi felags virðir og samstarv í Ríkisfelagsskapinum

Nýggi formaðurin í Sambandsflokkinum, Bárður Nielsen, hevur á fundi í dag hitt formannin í Vinstra, Lars Løkke Rasmussen, ið eisini er forsætisráðharri Danmarkar.

Fundurin fór fram í Forsætismálaráðnum í Keypmannahavn, har ið formenninir í samstarvsflokkunum báðum høvdu høvið at tosa saman um mál av felags áhuga.

Teir skiftu m.a. orð um politisku støðuna í londunum hvør hjá øðrum, um samstarv, menning og avbjóðingar í Ríkisfelagsskapinum – og um týðandi aktuel politisk mál.

Bárður Nielsen sigur í hesum sambandi:

”Lars Løkke Rasmussen og eg eru samdir um tey grundleggjandi felags virðini í Ríkisfelagsskapinum, og flokkar okkara arbeiða fyri at menna felagsskapin til felags gagn fyri føroyingar, danir og grønlendingar”.

Bárður Nielsen og Lars Løkke Rasmussen hava hitst við mong høvi, men fundurin í dag er tann fyrsti teirra millum, síðani Bárður Nielsen tók við formanssessinum í Sambandsflokkinum tann 24. oktober.

Sambandsflokkurin