Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Íverksetarahúsið fingið nýggjan stjóra

tíðindaskriv

Bjartur Nolsøe er settur sum stjóri fyri Íverksetarahúsið. Hann tekur við starvinum 1. desember. Nevndin fyri Íverksetarahúsið hevur í dag sett nýggjan stjóra fyri Íverksetarahúsið.

Bjartur Nolsøe er settur sum stjóri fyri Íverksetarahúsið. Hann tekur við starvinum 1. desember.

Nevndin fyri Íverksetarahúsið hevur í dag sett nýggjan stjóra fyri Íverksetarahúsið.

Bjartur Nolsøe er 46 ára gamal og hevur drúgvar leiðsluroyndir úr vinnulívinum í Grønlandi. Bjartur er bankalærdur og hevur tikið HD í roknskapi umframt aðrar hægri útbúgvingar. Hann hevur m.a starvast sum vinnukundaráðgevi í Føroyum í nógv ár og sum økisstjóri hjá BankNordik í Grønlandi.

“Vit eru sera fegin um, at Bjartur tekur við sum stjóri í Íverksetarahúsinum. Hann hevur nógvar royndir, sum vit meta, kunnu gagna føroyskum íverksetum,” sigur Regin W. Dalsgaard, formaður í Íverksetarahúsinum.

Harleyfacadeacryl