Seyðasýning var fyri allar brundseyðirnar á Borðoynni í dag og stóru vinnararnir gjørdust Barmur og Strandahagi.
Seyðasýning var fyri allarbrundseyðirnar á Borðoynni í dag og stóru vinnararnir gjørdustBarmur og Strandahagi.
Seyðasýningin var hildin íseyðahúsinum á Strond og 82 brundseyðir vóru við. Av hesumfingu 12 lomb fyrstu virðisløn.
Vakrasta lambið átti Strandahagi viðHeina Ósá, har Petur Andreasen røktar. Nummar tvey var lamb úr Miðhaganum hjá Jákup Skoradal, meðan Kvígingardalur hjá Jógvan Joensen átti triðvakrasta lambið. Besta lambið hjáStrandahaga hevði mátini 18 cm um mjóryggin og 84 cm um bringuna og fekk úrvalsvirðisløn.Vakrasta vetur gamla veðrin átti Barmur hjá LeviJoensen, har Esmund Sørensen røktar. Og vakrasta eldra veðrin átti Hemming Syderbø og Strandahagi. Bestihagin samanlagt var Barmur hjá Levi Joensen og Esmund Sørensen.
Áhugin fyri sýningini var stórurmillum fólk, tí nógvir áskoðarar fylgdu sýningini, tá teirfýra viðoyingarnir – Niels Absalonsen, Esmar Sørensen, RóiAbsalonsen og Dánjal Absalonsen – sýndu brundseyðirnar áBorðoynni.




