Flogbóltur, Keypmannahavn: Tær fýra føroysku og AVK vunnu ein tepran 3-0 sigur á Køge fyri løtu síðani. Tað ljóðar kanska undarligt at vinna tepurt 3-0, men dystargongdin prógvar tað.
Flogbóltur, Keypmannahavn: Tær fýra føroysku og AVK vunnu ein tepran 3-0 sigur á Køge fyri løtu síðani. Tað ljóðar kanska undarligt at vinna tepurt 3-0, men dystargongdin prógvar tað.
Settúrslitini vóru 25-22, 25-22 og 25-14.
Serliga tvey tey fyrstu settini vóru sera tøtt og skuldi tað lítið til, at skilja liðini. Men í endanum av øðrum setti, tók Amager Volley Klub seg saman og setti Køge so dyggiliga upp á pláss. Dysturin í dag bleiv ikki so lættur, sum væntað og vónað varð frammanundan.
1. sett
Fyrsta sett bar brá av eini stirvnari byrjan frá báðum liðum. Tað, sum eyðkendi hesa fyrstu løtuna, vóru skeivar avgerðir og manglandi hugsavnan. – Liðini høvdu ikki fingið hitað so væl upp undan dystinum, sum kanska var orsøkin til tess.
AVK var tó frammanfyri fyri tað allarmesta, men ongantíð meira enn 3 mál, sum eisini skilti liðini í endanum av fyrsta setti.
2. sett
Í hesum settinum sá tað leingi út til, at Køge skuldi fara at vinna. Køge legði væl frá landi, ímeðan AVK hevði trupult við at fóta sær. Men tá ið støðan var 17-22 til Køge, vaknaðu tær úr AVK sum ketta burturúr høvdatrog og vendu dystinum fullkomiliga. AVK sló 8 bóltar í gólvið upp í slag, og var hetta við til at tryggja teimum eina 2-0 leiðslu.
3. sett
AVK tók tann góða endaspurtin við sær úr øðrum setti og vann greitt tað triðja og seinasta setti. Í triðja setti var eingin ivi um, hvat tað betra liðið var í dag.
AVK var undan dystinum í dag favorittur at vinna dystin. Tað sást tó ikki so væl, tí Køge gjørdi sítt til, at dysturin bleiv tættur og spennandi. Men tá ið tað so er sagt, sást at AVK vóru kaldari og kýniskari í avgerandi løtum, eitt nú í endanum av øðrum setti.
AVK hevur fingið eina góða byrjan upp á landskappingina, 3 sigrar út av 4 møguligum. Komandi dystur hjá AVK er um eina viku, tá ið tær skulu til Aarhus at spæla ímóti Elite Volley Aarhus.




