Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Argjaunglingar vunnu FIRST LEGO League og umboða Føroyar í skandinavisku finaluni um tríggjar vikur

Tíðindaskriv

Heðin Mortensen, borgarstjóri, handaði steyp til allar vinnararnar á FIRST LEGO League kappingini, har børn og ung úr øllum Føroyum kappaðust við robottum og vístu á snildar loysnir við ruski í stúgvandi fullu høllini hjá FøroyaTele í Hoyvík. Føroyameistarar gjørdust Legoholics frá Skúlanum av Argjahamri.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, handaði steyp til allar vinnararnar á FIRST LEGO League kappingini, har børn og ung úr øllum Føroyum kappaðust við robottum og vístu á snildar loysnir við ruski í stúgvandi fullu høllini hjá FøroyaTele í Hoyvík. Føroyameistarar gjørdust Legoholics frá Skúlanum av Argjahamri. 

Børn og ung úr øllum Føroyum hittust leygardagin undir miklum herrópum og við nógvum áskoðarum. Tey bóru fram hópin av góðum hugskotum fyri dómarum og kappaðust um robottar, tøkni gransking, marknaðarføring og samstarv.

Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum setti stevnuna.Kappingin í ár hevur heitið Trash Trek og snýr seg um rusk. Samfeløg um allan heim hava stórar trupulleikar av ruski, og hetta tykist bara at versna. Tað er alneyðugt, at vit gerast tilvitaði um henda umhvørvisvandan og finna alskyns loysnir á rusktrupulleikum. Henda stóra spurning høvdu børnini í FIRST LEGO League sett sær fyri at hyggja nærri eftir.

Føroyameistarar í FIRST LEGO League 2015 gjørdust Legoholics frá Skúlanum av Argjahamri. Ungu dreingirnir og genturnar av Argjum eru dugnalig til bæði tøkni og gransking og hava skarað burturúr í áravís, nú tey vunnu føroyameistaraheitið fyri triðju ferð. Tey hava luttikið í evropisku leikum í Spania og vunnu steyp. Í ár hava tey góðar møguleikar at gera seg galdandi, tá tey umboða Føroyar í skandinavisku finaluni í Mo i Rana í Noregi tann 28. november.

Tað var spennandi at síggja, at hóast fleiri av liðunum í ár vóru við fyri fyrstu ferð, kláraðu tey seg væl bæði í gransking, tøkni, samstarvi og marknaðarføring. Team Lego frá Sands skúla framførdi sjónleik á pallinum og við góðu hugskotum sínum vunnu tey steyp í bæði gransking og samstarvi. Unga liðið Lego Kingdom úr Runavíkar skúla tók øll av bóli við at koma í finaluna móti Legoholics í robottkoyring. Tey fingu steyp fyri framferð og aðru virðisløn í robottkappingini.

Kappingin varð stroymað allan dagin á ustream og fleiri hundrað fólk fylgdu á henda hátt við FIRST LEGO League í Hoyvík. Myndir frá tiltakinum síggjast á facebook: FIRST Lego League Føroyar.

Upplýsingar um FIRST Lego League

Kunnleikakapping fyri børn og ung í aldrinum 9 til 16 ár

Kappingarnar hava verið hildnar í Skandinavia síðan 2000

Føroyar hava luttikið í kappingunum síðan 2005

Endamálið við kappingini er at stimbra hugin hjá børnum og ungum til náttúru, tøkni og støddfrøði og vekja áhuga teirra at gerast t.d. verkfrøðingar og granskarar.

Heimasíða hjá FIRST Lego League Scandinavia: www.hjernekraft.org