Harleywoodpaint
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hátrýstryggur í dag.

Hanus Kjølbro, Sjónám

Illveðrið, sum var í gjár, var ikki spátt at koma so nær við Føroyar. Lágtrýstini hava í seinastuni ferðast eina leið úr Nýfunnlandi og ímóti okkara leiðum, og tá ið tað er komið á leiðirnar sunnan fyri Ísland, er tað snarað norðureftir. Hetta vóru eisini spádómarnir fyri lágtrýstið í vikuskiftinum, og sum skrivað varð her á portalinum hjá Norðlýsinum.

Tað sum hevur hildið lágtrýstunum burtur, so at tey ikki eru komin ov nær, er tað høga lufttrýstið yvir Norðara parti av Evropa. Hetta hátrýstøkið er krympað eitt sindur skjótari, enn veðurfrøðingar hava væntað, tí og kom illveðrið eitt sindur óvart á.

Leiðirnar, lágtrýstini fara at flyta seg næstu tíðina, er ein bein leið av Flemish Cape, har sum tey uppstanda í hesum døgum, og beina leið ímóti okkum.

Næstu dagarnar fara vit at fáa vind úr útsynningi – vindferðin fer at liggja ímillum 7 og 11 m/s, men mikudagin verður eitt sindur meiri vindur enn tað. Kanska upp í skrið 15 til 18 m/s. Hósdagin verður minni vindur aftur.

Regn verður komandi og farandi – tó samregn í kvøld. Hitin er nú lækkaður úr 11 niður í 8 stig, og tað fer at verða hitin teir næstu dagarnar.